Viljin Matveitan yvirtekur Sjókafeina

Í dag er sáttmáli undirskrivaður millum Skipasmiðjuna Mest og Viljin Matveitan um yvirtøku av Sjókaféini í Runavík.

Magni P. Garðalíð veit í dag at siga, at tað verður Viljin Matveitan, sum eftir 3. januar 2019 fer at reka Sjókaféina í Runavík.

 

Hetta boðar hann frá á sínari Facebook-síðu í dag. Tað eru hjúnini, Magni P. Garðalíð og Hannebeth Garðalíð, sum eiga og reka Viljin Matveitan.

 

- Í dag er sáttmáli undirskrivaður millum Mest og Viljin Matveitan. Vit skulu yvirtaka Sjókaféina í Runavík frá 3. januar 2019, sigur kendi kokkurin á Húsum.

 

Á sínari Facebook-síðu seinnapartin í dag sigur Magni P. Garðalíð, at tey gleða seg til at síggja fólk inni á gólvinum í Runavík, tá Viljin Matveitan fer at reka Sjókaféina.