Viljin er sterkasta svørðið

Hugleiðing um valstríðið:

Siti og bíði eftir at valsendingin byrjar í SvF. Hóast tað sum vant stendur á skíggjanum, at sendingin byrjar kl. 19.15, er framvegis einki í eygsjón – annað enn eyðkennisljóð og búmerkið – hóast farið er nærum 10 minuttir yvir skrásettu tíðina. Hví kann Kringvarpið ikki læra at byrja rættstundis? Tað er mær ein gáta, hví so er, men einki røkist fyri, at stovnurin vinnur á hesum trupulleika.

Tá er lættast at sappa til aðrar rásir, men tað kann ikki vera ætlanin hjá hesum stovni, ella hvussu?

Valstríðið hevur higartil ikki verið tað mest uppskakandi, hóast allir flokkar royna at berjast fyri sínum sjónarmiðum. Kanska hava hugsjónirnar ikki fingið eins nógva rúmd, men heldur tað, at øll siga seg vilja tað sama. Tað kann tykjast, sum siga valevnini bert tað, sum tey halda fólk vilja hoyra. Øll vilja veljarunum tað besta – og kanska er góðviljaði andin yvir øllum, fyri at fáa atgongd til lovaða landið Føroya Løgting. Sum nú er flýtur alt í “hunangi og mjólk”. Tað fær veljaran at kenna seg ótryggan um, hvat spyrst burtur úr.

Í huganum stendur kortini, eftir hesa fyrstu veruliga stríðsvikuna í sjónvarpinum - múrurin av mannligu politikararunum, sum troka seg fram um kvinnuligu valevnini . Hóast alt tos og vælvild at geva konufólkunum pláss í fremstu røð, eru tær sum lundi á jólanátt.

“Viljin er sterkasta svørðið, bítur á harðasta stál”, syngur Martin Joensen, skaldið. Hvar er tað sterka svørðið í okkara valstríði, tá bert annað kynið tekur sær framíhjárætt.?

Rætt skal vera rætt – tað hava eisini verið konufólk frammi í miðlunum. Tær virka sum eitt frískligt lot mótvegis ofta reypandi framløgunum frá mannligu politikarunum, sum oftani tosa um, hvat teir hava gjørt og sagt í farna valskeiði, o.s.fr..

Ein fyrrapart í farnu viku var valsending í Rás 2 , har kvinnulig valevni fyri fleiri flokkar vóru á skránni. Tað var ein áhugaverd og øðrvísi sending, enn eg havi hoyrt higartil. Bert spell at vit ikki hoyra meira um fjølbroytni, sum veruliga er til staðar í føroyskum politikki.

Fyri okkum sum halda, at menn og konur skulu arbeiða á jøvnum føti, hevur tað verið eitt vónbrot, at veitin millum kynini hevur verið so stór. Vit seta spurnartekin við, um vit kunnu samanbera okkum við onnur framkomin lond, tá vit á hesum øki eru eftirbátar í so stóran mun, og hava hug at missa mótið.

Tað bøtti kortini um nú ein dagin eftir fólkatingsvalið herfyri, tá eg las um gongdina hjá konufólkum í Danmark gjøgnum tíðirnar.

Í 1915 fingu konufólkini valrætt og rætt til at stilla upp í Fólkatinginum. Í 1918 vóru fýra kvinnur valdar í Fólkatingið, men har gekk eins striltið og hjá okkum. Í 1943 vóru bert tvær kvinnur í Fólkatinginum. Í Danmark hevur tað sostatt tikið fleiri ættarlið, áðrenn konufólkini sluppu framat.

Til samanberingar, so sita í dag 66 kvinnur og 113 menn í Fólkatinginum, so tað er kortini vón fyri framman hjá okkum. Tað er kortini treytað av, at veljarin gevur konufólkunum ein kjans at sleppa inn á ting og prógva, at tær eru eins dugnaligur og menn. Tað átti ikki at verið so torført.