Viljin er einasta sum manglar

Sonja Jógvansdóttir heldur tað vera stór skomm, at vit ikki langt síðani hava fingið skipanir, ið lyfta børn úr fátækt, sigur hon við Rás 2.

 

Hóast Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn løgdu nógv fyri í mai mánaði fyri at fáa løgtingið at játta børnum í fátækaváða eyka fíggjarstyrk, so verður eingin hjálp veitt í ár.

 

- Í øllum førum er tað ikki ætlanin hjá somu flokkum, sum nú mynda landsstýrið, váttar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum fyri Sosialinum.

 

Hon sigur, at arbeitt verður við málinum, men at tað verður innarbeitt í fíggjarlógina fyri næsta ár. Altso at eingin hjálp verður at heinta í ár.

 

Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, sigur, at hetta kemur óvart á seg, og hon staðfestir, at tað bara er ein spurningur um vilja, sigur hon við Sosialin.

 

- Vit hava allar tær neyðugu fortreytirnar fyri at basa barnafátækradøminum, og tað einasta sum manglar er viljin til at gera tað, sigur hon.

 

- At vit ikki langt síðani hava fingið skipanir, sum lyfta børn úr fátækt er skomm, men tað umber ikki okkum, sum nú sita í løgtinginum at sita hendur í favn.

 

Sonja Jógvansdóttir sigur, at áðrenn hetta árið er úti, skulu skipanir vera, sum lyfta øll børn úr fátækraváða, tí einki annað kann góðtakast í einum so ríkum landi sum okkara. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.