Útbúgving/Samrøða
Aberdeen: Eystein Elttør situr í hesum døgum og fyrireikar seg til endaspurtin á sínari útbúgving. Hann er lesandi við Robert Gordon University í Aberdeen. Útbúgvingin hjá honum kallast fyri Business Studies, og hon er mest at líkna við økonomi lesnaðin eftir donskum mátistokki, har dentur verður lagdur á búskap, umsiting og leiðslu.
Hetta er triðja árið hjá honum í Aberdeen og hjá Robert Gordon University. Heitið og útbúgvingin, ið Eystein í hesum døgum strembar eftir, er honours degree í Business Studies. Í orðabókini stendur at lesa, at ein honours degree er eitt B.A. (bachelor) heiti, ið verður latið eftir ávísan serlestur.
Tað tekur fýra ár at fáa snøgga honours heitið. Orsakað av, at skúlaskipanin í Bretlandi er øðrvísi í Føroyum, so fara fólk aloftast á universitet sum 17-18 ára gomul, og hetta ger, at støðið tað fyrsta árið ikki er heilt at javnmeta við fyrsta árið á eitt nú einum donskum universiteti. Soleiðis gjørdist møguligt hjá Eystein at sleppa undan at ganga fyrsta árið, tí hann hevði savnað sær neyðuga førleikan aðrastaðni. Útbúgvingin hjá Eysteini er soleiðis háttað, at triðja árið fara tey lesandi út til fyritøkur at arbeiða. Hetta er eitt sereyðkenni við júst hesari útbúgvingini. Eystein heldur hetta árið vera eitt tað læruríkasta og týdningarmiklasta av øllum.
?Hetta árið fekk eg veruliga møguleikan at royna meg. Tað er annað lív, tá tú fert av skúlabeinkinum, og tá fært tú veruliga gjørt tær nakrar royndir, og samstundis gjørt tær eina betri mynd av, hvussu vinnulívið veruliga virkar, heldur Eystein.
Eystein var so mikið heppin, at hann fekk boðið pláss hjá fleiri oljufeløgini. Frammanundan hevði hann avgjørt, at tað var oljufeløgini, ið høvdu hansara stóra áhuga, og hann hevur eisini í lesnaðinum lagt seg nógv eftir oljuvinnuni. Endin gjørdist, at hann og konan fóru til mæta stórbýin London, har Eystein fór í starv hjá Texaco.
?Hetta var veruliga eitt stórt upplivilsi. Teir tóku sær av at skaffa okkum eitt gott stað at búgva, og eg fekk veruliga møguleikan at royna meg, og teir høvdu so mikið stórt álit á mær, at eg fekk innlit í týdningarmiklar sakir, og eg skuldi arbeiða við týðandi avgerðum og raportera beint til stjórarnar, sigur Eystein.
Eystein var eisini í starvi hjá teimum, tá tað gjørdist greitt, at teir ikki fingu lut í fyrsta útbjóðingarumfari í Føroyum.
?Teir vóru ógvuliga professionellir, og eg kom á ongan hátt at merkja misnøgd ella annað, tí eg var føroyingur, sigur Eystein Elttør.
Eftir árið í London vendi hann aftur til Aberdeen og Robert Gordon University, har hann nú stríðist við at gera seg lidnan við útbúgvingina.
Mentanarbroyting
Tann higartil nógv umtalaði høvuðspersónurin í søguni er 27 ára gamal og klaksvíkingur. Á einari síðugøtu til høvuðsgøtuna í Aberdeen, Union Street, búleikast lesandi klaksvíkingurin í Aberdeen. At síggja til eru húsini ikki nøkur glæsilig sjón. Tað fyrsta, ið møtir tær, tá tú trínur inn um eru eisini hesi teppini, ið skotar tykjast hava ein ógvuliga løgnan tokka til. Trappurnar eru gamlar, og tær virka meira sum um, at tær fara at detta saman enn nakað annað.
Eftir styttri gonguferð í trappunum møtir mær ein meira frískligur litur frá einari íbúð, og Eystein heilsar mær vælkomnum. Her er á meira enn ein hátt meira føroyskt. Í føroyskum tropum í Aberdeen sessast vit til eitt prát.
Eystein hevur sum sagt verið í Aberdeen tvey ár umframt árið í London. Hann er sonur føroyska oljuminastaran og eigur eina ikki minni kenda konu í Tóru við Keldu. Hon býr í løtuni íFøroyum, men hon hevur eisini verið í bæði London og Aberdeen. Áðrenn Eystein byrjaði á Robert Gordon hevur hann gingið á handilsskúla, verið sjómaður og arbeitt á Hotel Føroyum.
Sum heild sigur Eystein, at hann hevur havt rættiliga lætt við at venja seg við at liva í Skotlandi og Aberdeen. Tað er bara tað føroyska breyðið, ið hann saknar, men tað eru ráð fyri tí, og hann er nevniliga sjálvur farin at baka breyð.
?Fólkið her er ótrúliga fitt, og eg havi havt lætt við at koma í samband við fólk, og veðrið er ikki stórt øðrvísi enn tað, ið eg eri vanur við, sigur Eystein.
Tey nógvu gráu húsini eru eisini vorðin ein partur av dagligdegnum hjá Eysteini. Hann sigur seg halda saman við bæði skotum og føroyingum. Hann gongur á einari samkomu í Aberdeen, har hittir hann eisini nógv fólk, og teir, hann lesur saman við, eru eisini óføra fittir at vera saman við.
Kostnaðarmikið
Tað er ikki ókeypist at ganga í skúla í Bretlandi. Sum borgarar uttanfyri ES skulu føroyingar av við góð 7.000 pund fyri árið á Robert Gordon Univertsity. Hetta svarar til einari 85.000 kr. um árið. Sum støðan er nú, letur landið 60.000 kr. í stuðuli, og føroysk lesandi hava eisini rætt til SU. Afturat á kostnaðarsíðuni koma so aðrar útreiðslur, sum íbúð og matur. Eystein má av við fleiri túsund krónur í leigu hvønn mánað.
Hóast Eyðstein var greiður um hetta, so helt hann seg ikki aftur við at fara til Skotlands.
?Eg hevði hoyrt nógv gott um Robert Gordon University. Samstundis vildi eg fegin læra meg enskt, so eg valdi at søkja, og eg slap inn, sigur Eystein.
?Nógv tað torførasta var at søkja. Eg mátti gera alt sjálvur uttan at fáa hjálp nakrastaðni frá, og fyrst søkti eg eisini til skeivt universitet, og tað var sum heild rættiliga torført at fáa alt í rættlag, sigur Eystein.
Eystein dylur heldur ikki fyri, at hann helst vil arbeiða í oljuvinnuni, har hann eisini hevur savnað sær royndir. Í løtunin arbeiðir hann eisini við einari høvuðsuppgávu um sama evnið.
?Sæð yvir eitt longri tíðarskeið, ætli eg mær aftur til Føroya, men fyribils er tað óvist, hvar framtíðin hjá mær liggur, sigur Eystein.
Strævið og gott
?Eg haldi ikki, at mann eigur at klaga yvir sína útbúgving. Er tað ov kostnaðarmikið ella passar tað ikki til ein, so ber altíð til at royna okkurt annað stað, sigur Eystein Elttør.
Hann vísir á, at tað stundum er strævið at ganga á universitetinum. Ein dagin sat hann frá kl. ellivu á morgni til næsta morgun út í eitt og arbeiddi við einari uppgávu. At byrja við hevði hann stóran tørv á orðabókini, tá hann las fakið hjá sær, tí talan er um fakmál ið hann fremmandafólk ikki hava eins gott innlit í, men nú gongur strúkandi við tí enska. Útbúgvingarvalið er hann eisini ógvuliga fegin um, tí hetta gevur honum fjølltáttaðar arbeiðsmøguleikar.
?Eg vil ráða øllum til at leita útum Danmark, tá tey fara at velja sær útbúgving, sigur Eystein Elttør at enda.