Politikkur er at vilja broytingar. Hesi eftirhondini nógv slitnu orðini átti kendi og virdi svenski javnaðarmaðurin, Olof Palme.
Hetta eru vísdómsorð. Og tað er rætt: Politikkur er at vilja! Og tað er skyldan hjá einum politikara at taka avgerð.
At IKKI vilja
Føroyskur politikkur hevur alt ov leingi snúð seg um “ikki at vilja” heldur enn at vilja. Bløð, útvørp, sjónvarp og portalar hava verið á tremur við fráboðanum frá fólkavaldum politikarum um, hvat tey “ikki vilja”.
Hetta helst orsakað av, at broytingar skapa ótryggleika, tí tær hava altíð onkrar avleiðingar við sær. Og so verður politikarin bangin fyri, um hansara sessur møguliga kann koma í vanda til næsta val.
Tí verður politiskt ”trygga” loysnin vald – at IKKI vilja.
Men tað hevur sannliga eisini avleiðinginar ikki at vilja broytingar. Hetta gloyma politikarar ofta. Helst tí, at hesar avleiðingar koma so líðandi. Men tá avleiðingarnar eru vorðnar sjónligar, eru tær ofta ógvuliga álvarsamar fyri samfelagið. Tað síggja vit millum annað í fiskivinnuni í dag.
Politikarin SKAL vilja
Eg trúgvi, at veljarin - okkara arbeiðsgevari - setir størri álit á okkara førleika til at vilja, heldur enn til okkara fráboðanir um ikki at vilja.
Eg trúgvi eisini, at veljarin hevur størri álit á okkum, um vit tora at stinga út í kortið og tora at taka neyðugar avgerðir. Tí hetta er okkara skylda sum fólkavald. Onki minni enn tað.
Hetta samfelagið hevur brúk fyri broytingum.
- Tað er brúk fiskivinnureformi
- Tað er brúk fyri skatta og avgjaldsreformi
- Tað er brúk fyri sjúkrahúsreformi
- Tað er brúk fyri kommunureformi
- Tað er brúk fyri reformi á almannaøkinum
- Tað er brúk fyri skúlareformi
- Tað er brúk fyri reformi av almennu umsitingini
Vel ein politikara, ið tekur avgerðir.
Vel John Johannessen á lista C fyri allar Føroyar.










