Vilji skal til

Tað eru tríggir partar, sum kunnu vera við til at gera ein starvsvenjing so góða sum møguligt fyri næmingin. Teir eru skúlin, starvsstaðið og næmingurin sjálvur

STARVSVENJING

Starvsvenjing er týdningarmikið fyri ein næming. Tí tá hann fer í starvsvenjing, kann hann finna útav, um starvið er nakað fyri hann ella ikki. Soleiðis kann næmingurin eisini fáa eina hóming av, hvussu tað veruliga arbeiðslívið er.
Tríggir eru partarnir, sum kunnu gera eina
starvsvenjing góða. Teir eru:
<sum$?$end$!$skúlin, <BR><sum$?$end$!$starvsstaðið <BR><sum$?$end$!$og næmingurin sjálvur<BR>
Skúlin eigir at kunna næmingin um, hvørji starvsstøð hann kann velja, og hvussu hann sleppur at royna seg. Meðan næmingurin er í starvsvenjing, halda vit, at skúlin eigir at ringja til næmingin í hvussu er einaferð og sikra sær, at alt gongur væl, so næmingurin ikki bert situr og keðir seg dagin langan.
Tá næmingurin er liðugur við sína starvsvenjing, hevði tað verið eitt gott hugskot, at skúlin kravdi ein stuttan samandrátt um starvsvenjingina frá næminginum. Og síðan sent samandráttin til starvsstaðið, har staðið fekk vitan um, hvat næmingurin fekk burturúr.

Arbeiðsstaðið skal eisini gera sítt fyri næmingin, sum er í starvsvenjing. Tá ein næmingur kemur í starvsvenjing, er tað sum oftast sjálvsagt, at hann vil royna seg í starvinum, og tí er tað skilagott at geva næminginum ymsar uppgávur.
Eisini er tað umráðandi, at næmingurin kennir seg væl millum starvsfólkini og ikki verður skúgvaður til viks. Næmingurin skal helst fella inn í gerandisdagin á starvsstaðnum.
Um hetta ikki er gjørligt, er tað sjáldan nøkur góð orsøk at taka ímóti næmingum.

Næmingurin hevur sjálvur stóra ávirkan á hvussu starvsvenjingin verður. Hann eigir at velja starvsstað við umhugsan, og á staðnum skal hann vísa áhuga. Næmingurin skal halda seg framat og gera sítt besta.
Fyri at fáa eina væleydnaða starvstíð, skal næmingurin hava vilja til tað.
Málið við starvsvenjing er, at næmingurin fer heim við størri vinnulívskunning, hægri sjálvsáliti og meiri sjálvbjargni.