Steypavinnar
Tá Hans Áki Dal-Christiansen í sættu royndini misnýtti brotskast leygardagin, mundu mong av kyndils-viðhaldsfólkunum steðga at anda eina løtu. Støðan var tá 26-25, og við einum minutti eftir er einki at ivast í, at eitt mál tá vildi avgjørt dystin.
Eftir dystin spurdu vit Hans Áka, hvørjir tankar runnu ígjøgnum høvdið, tá hann sá, at málverjin bjargaði brotskastinum, og hann var rættiliga kontantur, tá svarið kom.
- Fuck. Tað var tað, sum eg hugsaði. Eg veit ikki um óttaðist tí, men sjálvandi visti eg, at hetta kundi kosta okkum dystin, og tað var so einki serligt, helt hann.
Stutt undan hesum hevði Hans Áki sent sítt fimta brotskast í dystinum í netið eftir eina støðu, har tað mest sum tóktist, at eingin vildi taka sær av brotskastinum. Leingi lá bólturih stillkum á sjey-metra strikuna, eftir at Hans Áki hevði biðið onkran annan taka hesaferð, men endin gjørdist so, at Hans Áki skeyt sjálvur.
- Eg vil ikki siga, at eingin vildi taka. Tað er meira so, at tá tú hevur skotið fleiri brotskøst á rað, so er vandi fyri, at málverjin lúrir teg av, og tað var helst eisini tað, sum hendi við hasum seinsta skotinum.
Viljin og Jóhan
Tíbetur fyri Kyndil, so var misnýtta brotskastið ókeypis. Hóast tað var nær við, so helt leiðslan hjá liðnum allan vegin, og saman við liðfeløgunum kundi Hans Áki fegnast um fyrsta steypasigurin í trý ár hjá felagnum.
Og hann var ikki í iva, tá vit at enda bóðu hann seta orð á, hvørjar orsøkir hann helt vóru tær týdningarmestu í sigrinum.
- Stríðsviljin og verjan. Tað er einki at ivast í. Vit trúðu alla tíðina uppá, at tað kundi bera til, og tað eydnaðist okkum í stóran mun at fanga stóru skjúttarnar hjá teimum. Og so var tað eisini Johan. Hann stóð ein fantastiskan dyst, og í dag hevur hann so uppiborið heitið sum mítt persónliga idol, segði ein ovurfegin Kyndils liðskipari at enda.










