Viljin er avgjørt til staðar til at loysa trupulleikan, sum fleiri fólk hava av, at tey fáa ikki náttarfrið fyri larmi frá skipum, sum liggja við bryggju.
Tað staðfestir Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík.
Fleiri fólk hava klagað um, at tey fáa ikki náttarfrið fyri larmi frá skipum, sum liggja við bryggju, bæði í Runavík, á Kollafirði, og aðrastaðni.
Nú ein dagin hevði Runavíkar Býráð evnisdag, og har fingu tey, sum hava ampa av larmi frá skipum, høvið til at leggja síni sjónarmið fram fyri býráðnum, og samstundis høvdu umboð fyri SEV eina framløgu um tær teknisku loysnir, sum eru til taks, fyri at basa trupulleikanum.
Tórbjørn Jacobsen heldur, at talan var um góðar framløgur og hann legði merki til, at umboð fyri SEV vístu á, at í roynd og veru er eingin havn í landinum so væl fyri at loysa trupulleikan, sum nettupp Runavíkar Havn.
Tað kemst av, at í sambandi við útbyggingar á Bakkafrost, var ein transformatorstøð bygt beint oman fyri havnarlagið. Og tá ið havnarlagið varð bygt út, bar býráðið eisini so í bandi, at tað er gjørt klárt til at draga kaðalar oman á havnarlagið.
– Men tað er framvegis ein kostnaðarmikil íløga at fáa landstreym umborð á skipini, samstundis skal hvørt einstakt skip gera broytingar umborð fyri at kunna taka ímóti streymi úr landi, og tað kostar eisini pengar. Og samstundis er streymurin, skipini fáa úr landi, heldur ikki ókeypis.
Og Tórbjørn Jacobsen sær onga loysn fyri sær, fyrr enn vit fáa eina loysn, sum er galdandi fyri alt landið.
Og tað er ein loysn, har politiski myndugleikin ger felags reglur fyri allar havnirnar og har kommunurnar fáa eina rímiliga skiftistíð at leggja um í.
Í Noregi gera nógvar havnir íløgur í landstreym, men har hevur staturin ein grunn, sum veitir havnunum rættiliga nógvan stuðul til at leggja um til landstreym.
– Kanska er tað eisini ein slík loysn, sum krevst í Føroyum, at landið letur fíggjarligan stuðul til slíkar íløgur heldur hann.
Hann sigur, at tað er ein veruleiki, at havnirnar kring landið eru í kapping við hvørja aðra um at fáa so nógv skip, sum tilber, tí tað skapar virksemi og gevur inntøkur.
Og so leingi tað er støðan, er tað veruleikafjart at hugsa sær, at tær einstøku kommunurnar fara, hvør sær at gera íløgur í landstreym til skipini tí verður tað eitt krav frá einari kommunu, fara skipini bara í onkra aðra havn, og so stendur kommunan, sum hevur gjørt íløgurnar, eftir við svartaperi, heldur borgarstjórin í Runavík