Nógvir skúlanæmingar, sum eru skrivi- og lesiveikir ella orðblindir smokka niðurímillum í skúlanum. Teir halda seg ikki til og royna bara at sleppa undan øllum uppgávum.
Men soleiðis var ikki við Filip Mortensen úr Havn.
- Eg helt meg bara vera dovnan. Tá ið eg gekk í 4. -5. flokki vóru nakrir seinir næmingar, og eg helt meg bara vera ein av teimum, sigur Filip Mortensen.
Tá ið hann kom longur upp í skúlanum og gekk í 7. og 8. flokki, sá ein lærari, at nakað var galið og bjóðaði dreinginum hjálp.
- So setti eg meg bara sjálvur niður at lesa, tí eg var treiskur og vildi læra at lesa og skriva, sigur Filip Mortensen.
Tað var meira hugaligt hjá honum at lesa tekstir, sum høvdu hansara áhuga, enn at skula lesa skúlabøkurnar og tekstir, ið ikki vóru so viðkomandi.
Gongur betur og betur
- Tað tekur sína tíð hjá mær at lesa, men eg komi ígjøgnum tekstir, sum eg tími at lesa. Nú er eisini so nógv spennandi at finna á internetinum, og viljasterkur sum eg eri, gongur betur og betur.
Filip Mortensen fór í studentaskúla eins og floksfelagarnir. Har varð hjálp boðin honum, men tað gekk so mikið illa, at hann gavst og fór í staðin á Tekniska skúlan í Havn. Ta útbúgvingina fullførdi hann, ikki minst tí at lærararnir vóru so hjálpsamir.
- Tað gongur betur og betur at lesa, men við skrivingini er verri, sigur hann.
Nú vinmenninir allir eru vorðnir studentar og eru farnir at lesa víðari, hevur Filip Mortensen sett sær fyri at fara víðari. Hann hevur hug at fara til Danmarkar á HF ella at fáa sær aðra miðnámsútbúgving.