Vilja vita, nær eitt barn kann takast frá foreldrunum

Ætttleiðingarfelagið vil nú hava greitt at vita frá Ríkisumboðnum, hvørji viðurskifti kunnu føra til, at eitt ættleitt barn verður tikið frá foreldrunum aftur Felagið sigur í tíðindaskrivi, at tey hava í dag havt fund við Ríkisumboðsmannin eftir skakandi tíðindini um lítla Markus, sum var tikin frá familju síni fyrr í vikuni. Felagið er ikki partur av málinum, men vildi fáa vita hvørjar umstøður kunnu elva til eina so víðgongda avgerð.

Felagið staðfestir, at hetta er eitt persónsmál og tí kundi Ríkisumboðsmaðurin ikki úttala seg um tað.

Nevndin fekk tó upplýst hvørji viðurskiftir kunnu hava við sær, at ein ættleiðing verður tikin aftur.

- Hóast Ríkisumboðsmaðurin undirstrikaði, at avgerðir í samband við ættleiðing, altíð verða tiknar við atlitið at barnsins besta, heldur nevndin í Ættleiðingarfelagnum, at slíkar avgerðir eru ógvusligar og ein sorgarleikur fyri allar partar.

Tað er eisini greitt, at reglurnar á økinum eru ikki herdar og tí merkir henda avgerð ikki, at tað verður truplari hjá Ættleiðingarfamiljum framyvir.

Ættleiðingarfelagið hevur havt ta fatan, at tað bar ikki til hjá myndugleikanum at taka eitt ættleitt barn aftur frá familjuni.

- Hetta er fyrsta mál av hesum slag í Føroyum og vit hava ongan kunnleika til líknandi mál í Danmark. Vit fara tí heita á Ríkisumboðsmannin um, at koma við greiðum útmeldingum um nær slíkar avgerðir kunnu henda, og hvørji viðurskifti kunnu føra til hetta, sigur Ættleiðingarfelagið.