Vilja vita hvat tey gera

Sambandsflokkurin vil ikki pilka við ALS, fyrrenn hann hevur fingið fulla greiðu á, hvussu tað fer at ávirka skipanina

Arbeiðsloysisskipanin

?Vit ætla ikki at pilka við ALS, fyrrenn vit hava fingið fulla greiði á, hvussu tað fer at ávirka skipanina.
Lisbeth Petersen, løgtingskvinna, sigur, at sambandsflokkurin fer ikki at binda seg til at taka undir við uppskotinum frá hinum andstøðuflokkinum, javnaðarflokkinum, um at hækka stuðulin úr ALS úr 70% av eini vanligari arbeiðaraløn, upp í 80%.
Seinastu tíðina hevur ALS verið nógv frammi í politiska kjakinum og røddir eru frammi um at hækka útgjaldið, lækka inngjaldið og at brúka tað, sum fólk spara við at inngjaldið verður lækkað, til at fíggja eitt longt barnsburðarfarloyvi við.
Lisbeth Petersen heldur, at nú ALS skipanin er so nógv frammi, er tað umráðandi ikki at taka nøkur óráð fyri.
Tí vil sambandsflokkurin ikki taka nøkur sum helst politisk stig viðvíkjandi ALS, fyrrenn flokkurin hevur havt fund við ALS-stýrið fyri at vita, hvussu støðan hjá skipanini er, hvørjar ætlaninar eru og, hvussu ymsar atgerðir fara at ávirka skipanina.
Flokkurin hevur tí biðið stýrið um fund, men enn er ikki avgjørt, nær fundurin verður.
Lisbeth Petersen sigur, at annars er tað grundhugsanin hjá sambandsflokkinum, at ALS er ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava ábyrgdina av og at tað er umráðandi at politikarar geva stýrinum arbeiðsfrið.
? Men nú ALS er so nógv frammi og javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram um at hækka útgjaldið, selppa vit ikki undan at taka støðu. Men áðrenn vit gera tað, vilja vit fegin hitta ALS stýrið á máli fyri at vita, hvørja støðu stýrið hevur til øll hesi málini, sigur honn. Sí eisini greinina ?Arbeiðsleys skulu hava meiri stuðul?.