Vilja vit ítrótt í Føroyum, og tora vit at viðurkenna ítróttin fyri tað, hann er

Vit íðka ítrótt. Vit hava yvir 100 ítróttafeløg í landinum, skipað undir Ítróttasambandi Føroya í 16 sersambond, og teljast út ímóti 15.000 limir í hesum felagskapi, ja størsti felagskapur í landinum.

Ítrótturin er sjálvboðin felagsrørsla og ein av grundsúlunum í samfelagnum.
Ítrótturin er samlandi, mennandi og byggir á demokrati.
Ítróttur hevur altíð verið, ja, men umráðandi og neyðugt er at viðurkenna ítróttin fyri tað, sum hann er.

Ítrótturin hevur í sær grundleggjandi eginvirði fyri einstaklingin, lokalsamfelagið og tjóðina, tað at møtast til venjing, kappast her heima og úti í heimi, seta sær ítróttalig mál, samstarva og fyriskipa. Hetta o.a. eru eginvirði í ítróttinum.
Umframt eginvirði, so hevur ítrótturin nógv hjávirði fyri samfelagið. Meir enn einaferð er vísindaliga staðfest, at rørsla og innlæring hanga neyvt saman, og tí er ikki líkamikið um vit hava ítrótt í skúlunum.
Ítróttur hevur eisini við sær vinning fyri samlaðu heilsustøðuna hjá fólkinum, og tí er ítróttur góður fyri samfelagið.
Við støði í hesum eigur politiski myndugleikin at viðurkenna ítróttin fyri tað, hann er, og raðfesta ítróttin í samfelagnum við at økja um játtanina til ítróttin.
Onkur hugsar kanska meir játtan, ja alt kann ikki gerast upp í krónum, og um ítrótturin skal menna síni tilboð til børn og ung á virðiligan hátt, skapa fortreytir fyri okkara úrvalsítróttafólkum umframt røkja og menna altjóða limaskap, so er umráðandi at landið raðfestir umstøðurnar, so hugurin til sjálvbodna arbeiðið støðugt mennist.