Vilja vísa býin fram

Heðin Mortensen gleðist um, at á mentanarnáttini letur býurin dyrnar upp til støð, borgarin vanliga ikki hevur møguleika at vitja.

 

Heðin Mortensen gleðist um, at á mentanarnáttini letur býurin dyrnar upp til støð, borgarin vanliga ikki hevur møguleika at vitja.

  

Fríggjadagin verður árliga mentanarnáttin í Tórshavnar kommunu, og nógv ymisk tiltøk eru á skránni. Málningaframsýningar, gongutúrar, tónleikatiltøk, vitjanir og mangt annað er millum tilboðini til teirra, ið leita sær til Havnar mentanarnáttina.

 

-          Eg haldi tað vera sera gleðiligt, at kunna vísa býin fram á hendan hátt. Tað er gott, at vit kunnu skipa fyri einum slíkum mentanarligum tiltakið her í høvuðsstaðnum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Hann greiðir frá, at náttin er íblást av menningarnáttini, ið er í Reykjavík á hvørjum ári. Mentanarnáttin í Havn hevur fingið stóra undirtøku og tað er mong ymisk í lata dyrnar upp hesar dagarnar, líka frá Mariukirkjuni og Kringvarpi Føroya til Ríkisumboðið og Landssjúkrahúsið.

-          Eitt av eyðkennunum av mentanarnáttini er vorðið júst hetta, at stovnar og onnur lata dyrnar upp til støð, sum borgarin vanliga ikki vitjar, at borgarin fær høvi at støkka inn á gólv í hugnaligum og róligum umstøðum, sigur Heðin Mortensen.

 

-          Menningarnáttin vísir ein part av tí, sum høvuðsstaðurin hevur at bjóða, í nógv meiri avslappaðum og róligum umstøðum enn eitt nú ólavsøkan ger, hóast skráin kanska minnir nógv um tjóðarhátíðina, greiðir Heðin Mortensen frá.