- Skulu vit brúkarar verða hoyrdir í málinum um Suðuroyar Sjúkrahús, er tað alneyðugt at vit standa saman og gerast mong í tali.
Soleiðis stendur at lesa um ein nýggjan stuðulsbólk, sum er stovnaður til vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Endamálið hjá felagnum er at virka fyri, at Suðuroyar Sjúkrahús verður varðveitt á minst sama medisinska og kirurgiska støði sum í dag, umframt at varðveita føðistovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
- Suðuroyggin er í eini serstøðu vegna fjarstøðna frá meginøkinum, og tí er neyðugt við einum tryggum sjúkrahúsið við millum øðrum eini bráðviðgerðardeild, skrivar felagið og vil vera við, at ein av orsøkunum til at fólkatalið í Suðuroynni lækkar, er óvissan sum valdar um framtíðina hjá sjúkrahúsinum.
Felagið sigur, at sjálvandi skal lurtast eftir fakkunnleikanum og politikkarunum, men alt ov sjáldan kemur vanligi borgarin til orðanna. Tí er hesin bólkurin stovnaður.
- Suðuroyar Sjúkrahús skal geva suðringum tryggleika, soleiðis at teir kunnu kenna seg tryggar at búgva í Suðuroynni, um okkurt álvarsamt hendir. Felagið heldur, at verða manglar staðfestir, sum hava neiliga ávirkan á trygdina á Suðuroyrar Sjúkrahúsi, so eiga hesir at verða rættaðir skjótast gjørligt. Áhugabólkurin heldur ikki, at trupulleikarnir verða loystir við at steingja deildir, skrivar felagið.