Vilja verja St Kilda móti oljudálking

Spurningurin um vandan fyri dálking frá komandi oljuvinnu nærhendis oynni St Kilda vestan fyri Bretland verður nú tikin upp í eini ST-nevnd. Tað er umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace, sum hevur latið gera eina frágreiðing um oljuvinnuna á Atlantsmótinum og hvussu henda kann dálka umhvørvið her, ið hevur fingið ?The World Heritage Committee? undir Unesco at taka málið upp.

ST-stovnurin fer longu í hesum mánaðinumat senda bræv til bretsku stjórnina, har hann fer at heita á hana um at taka øll møgulig stig til tess at verja St Kilda og tí ríka og sermerkta umhvørvinum móti møguligari ?hóttan? frá oljuleiting og framleiðslu á Atlantsmótinum. Fleiri fuglasløg halda til á St Kilda. Onkur fuglastovnurin á oynni er heimsins størsti av sínum slag.

St Kilda var bygd fram til umleið 1930. Í dag verður oyggin mett sum eldorado fyri fugl.

Tað er ?The National Trust for Scotland?, sum eigur ella hevur ábyrgdina av St Kilda. Stovnurin hevur áður gjørt vart við vandan, sum møgulig dálking kann hava á henda náttúrudýrgrip og hevur stovnurin eisini áður heita á myndugleikarnar um at bera so í bandi, tá oljuvinna tekur seg upp, at strangar reglur verða settar fyri borivirksemi ol.

Undir herrópinum ?No new oil? hevur Greenpeace roynt at forða fyri oljuleiting vestan fyri Hetland. Umboð fyri felagsskapin eru sera væl nøgd við avgerðina hjá ST-stovninum um at skriva bræv til bretsku stjórnina. Greenpeacefólk siga, at tann sannroynd at ein stovnur undir ST tekur teirra frágreiðing í álvara, er ein stórur sigur fyri tey.

Ein umboðsmaður fyri ?The Scottish Office?, sum hevur ábyrgdina av at verja St Kilda sum eitt framtíðar náttúruøki sigur við skotska blaðið Press & Journal, at arbeitt verður longu við umhvørvisætlanum fyri oynna. Bretskir myndugleikar arbeiða í løtuni við einum svari til ST uppá frágreiðingina hjá Greenpeace.

Um frágreiðingina, sum Greenpeace hevur latið gera, sigur ST-nevndin m.a.: ?This report has raised serious concerns on potential inpacts to this site, particularly in the event of a possible oil spill. There are importent threats associated with pollution derived from by-procucts of oil exploration and drilling activities.?

Fleiri oljuboringar eru annars í umbúnað á havleiðunum vestan fyri bretsku oyggjarnar, eitt nú eisini nærhendis St. Kilda.

Marathon Oil hevur ætlanir um at bora ein brunn 120 kilometrar norðan fyri St Kilda í apríl 99.

Men víst verður annars frá Greenpeace á, at sjálvt ein oljukelda sum tann á Foinaven -feltinum, sum liggur 225 sjómíl frá St Kilda, kann verða ein hóttan, um har skuldi hent ein dálkingavanlukka. Olja haðani kann røkka St Kilda eftir bert 87 tímum verður sagt.


Greenpeace og Føroyar!

Spurt kundi verið, um spurningurin, sum nú hevur tikið seg upp við St Kilda hevur ella kann fáa nakran týdning ella avleiðingar fyri føroyska økið, nú oljuleiting ætlandi skal byrja her um eitt ella tvey ár!

St Kilda liggur rættiliga sunnaliga, men tó so at náttúran og fuglalívið er líkt tí her finst.

Enn hava Greenpeace fólk so ikki umrøtt Føroyaøkið sum so í sambandi við herferð teirra móti nýggjari oljuleiting. Men tað er greitt, at so skjótt marknatrætan verður loyst, og oljufeløgini fara at fáa tillutað øki bæði í Hvíta sonuni og inni á føroyska landgrunninum, so er møguleiki fyri, at umhvørvisfelagsskapurin fer at víðka um áhugaøkið sítt. Felagsskapurin hevur áður víst á, at nettup millum Føroyar og Hetland finnast koralskógir á havbotninum, sum kunnu verða hótt av eini oljuleiting.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Greenpeace til komandi leitingina á Atlantsmótinum annars.