Í samfull átta ár hevur tað verið undirskot á fíggjarlógini, og tey seinastu árinini hevur tað eisini verið eitt av aðalmálunum hjá flestu flokkum og samgongum, at beinast skal fyri undirskotinum.
Men hóast tað hevur verið málið hjá politisku skipanini, so hevur tað enn ikki eydnast, men nú ber møguliga á mál. CEF-samgongan boðaði nevniliga í morgun frá, at samgongan hevur sett sær fyri, at tað skal vera yvirskot á fíggjarlógini.
- Ætlanin er at venda hallið til avlop, og verður hetta fyrstu ferð í átta ár, segði Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri á tíðindafundi í Tinganesi í morgun, har broytingarnar í fíggjarlógaruppskotinum vórðu lagdar fram.
Samgongan metir, at yvirskotið á fíggjarlógini fyri 2016 verður 12 milliónir krónur.










