- Búnaðarstovan fer at bjóða smakkiroyndir av kálvakjøti á Slakti-tiltakinum, sum verður í Tórsgøtu í morgin. Endamálið er at vekja áhugan hjá fólki at eta kálvakjøt.
Tað sigur Tróndur G. Leivsson, stjóri í Búnaðarstovuni. Hann heldur tað vera neyðugt at skapa ein eftirspurning eftir kálvakjøti, soleiðis at tað kann loysa seg hjá bøndrum at ala kálvar.
- Skulu bóndir tíma at ala kálvar, má ein marknaðurin vera fyri kjøtinum. Vit síggja tað, sum eitt upplagt høvi at bjóða smakkiroyndir av kálvakjøti á tiltakinum í Tórsgøtu.
Tróndur G. Leivsson sigur seg vóna, at tiltakið kann verða við til at økja um eftirspurningin eftir kálvakjøti. Á tiltakinum í Tórsgøtu í morgin fer Búnaðarstovan eisini at bjóða smakkiroyndir av gimburlambskrovum.
Hann vísir á, at sterkar ábendingar eru um, at gimburlamdskrov eru serliga væl egnaði at steikja fesk.
- Vit vita, at feitt depotirnir eru øðrvísi hjá gimburlombum enn veðurlombum. Veðurlambskrovini eru góð til turt kjøt, meðan gimburlambskrovini eru góð at steikja.
Stjórin á Búnaðarstovuni sigur, at kokkar fara at grilla gimburlambskrov, og hann vónar, at hetta kann verða við til at økja um eftirspurningin eftir hesari frálíku vøru.










