Ásbjørg á Hálvmørk handar borgarstjóranum í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, 545 undirskriftir frá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum

Vilja varðveita læknaviðtaluna á Strondum

- Við verandi skipan við tveimum læknum í viðtaluhølunum á Strondum eru loksins útlit fyri, at vit kunnu fáa virðilig og støðug læknaviðurskifti

Ásbjørg á Hálvmørk handar borgarstjóranum í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, 545 undirskriftir frá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum

Í dag hevur Ásbjørg á Hálvmørk verið hjá Sjóvar kommunu við 545 undirskriftum frá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum. Við sær hevði hon eina áheitan á kommunustýrini við Skálafjørðin.

 

Áheitanin er soljóðandi:

 

Til bý- og bygdaráð, ið varða av læknasamstarvinum í Skálafjarðar læknadømi.

 

Undirritaður borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum vilja hervið staðiliga heita á bý- og bygdaráð í Sjóvar kommunu, Nes kommunu og Runavíkar kommunum um at varðveita núverandi skipan við tveimum læknaviðtalum í Heilsumiðstøðini á Strondum.

 

Vit meta, at núverandi bý- og bygdaráð eiga at viðurkenna og taka til eftirtektar, at samstarvsavtalan millum Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunur frá 2014 um at hýsa øllum viðtalum í læknadøminum í Heilsumiðstøðini í Runavík ikki hevur borið á mál.

 

Við nógv økta fólkatalinum í økinum - og harav økta talinum av læknum í læknadøminum - eru fyritreytirnar broyttar munandi, síðan avtalan varð undirskrivað í 2014.

 

Við verandi skipan við tveimum læknum í viðtaluhølunum á Strondum eru loksins útlit fyri, at vit kunnu fáa virðilig og støðug læknaviðurskifti, ið kunnu skapa tryggleika og góða heilsutænastu til okkum borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum.

 

Soleiðis verður sagt í skrivinum og áheitanini frá 545 borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum. Borgarstjórin í Sjóvar kommunu tók ímóti undirskriftunum, og hann lovaði at bera áheitanina víðari til kommunustýrið.

 

Ásbjørg á Hálvmørk handar borgarstjóranum í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, 545 undirskriftir frá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum