Vilja varðveita giktalæknan

Føroya Giktafelag heitir á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini hjá giktalæknanum í rættlag.

Føroya Giktafelag heitir á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini hjá giktalæknanum í rættlag.

 

Felagið hevur havt fund uum støðuna á altjóða gigtadegnum, sum var sunnudagin, har tey hava umrøtt støðuna, sum er íkomin á giktaøkinum.

 

Semja var um at heita á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag.

 

Víst verður til samgonguskjalið, har skrivað stendur, at ”bíðilistarnir til serviðgerð skulu minka.”

 

– Verandi giktalækni hevur megnað at stytt bíðitíðina til giktaviðgerð munandi. Hann er dugnaligur og væl lýddur, og tað er ynskiligt og rímiligt, at hann heldur fram í starvinum.

 

– Vit krevja, at giktalæknin fær arbeiðisró og sømilig kor at virka undir bæði viðvíkjandi sáttmála og arbeiðisviðurskiftum yvirhøvur.

 

– Vit eru vitandi um, at í løtuni eru á leið 1500 í giktaviðgerð á Landssjúkrahúsinum. Í skrivandi stund hava vit bert ein fráfarandi giktalækna, so støðan er sera hættislig. Tað er eingin loyna, at tað helst skuldi verið tveir ella tríggir giktalæknar á Landssjúkrahúsinum, sigur Giktafelag Føroya.