- Vilja varðveita tónleikin í Hoydølum

Í hesum døgum arbeiðir leiðslan á Føroya studentaskúla við at gera eina kostnaðarmeting, ið skal vísa, hvar til ber at hava tónleikaundirvísing í framtíðini. Hóast gamla gentukostdeildin herfyri brann, fer tó helst at eydnast at varðveita tónleikaumhvørvið í Hoydølum

SKÚLI 






Eftir at gamla gentukostdeildin ella tað sokallaða Nýggja hús í Hoydølum brann, hevur leiðslan á Føroya studentaskúla fingist við at finna nýggj høli til evning og tónleik.

Mikkjal Helmsdal, rektari, sigur, at arbeitt verður við eini ætlan at umbyggja eini goymsluhús, sum standa millum sjálvan skúlan og sonevnda Gamla hús til tónleikahøli.

Annars verður eisini umhugsað at húsast á annan hátt á skúlans øki, og harafturat verður helst samkomuhøllin helst eisini brúkt til tónleikaundirvísing.

Mikkal Helmsdal sigur, at tey helst vilja hava lærugreinina tónleik á skúlans øki í Hoydølum, og ikki í leigaðum hølum aðrastaðni í býnum, av tí at tónleikur verður mettur at vera ein so týdningarmikil partur av umhvørvinum í Hoydølum. Rektarin sigur seg vóna, at gamla gentukostdeildin verður bygd uppaftur. Til hetta møguliga verður gjørt, er avgjørt, at lærugreinin evning verður í gamla læknahúsinum niðan fyri Hvítanesvegin.

Rektarin minnir á, at hvør loysn enn so verður vald á hølistrupulleikunum á skúlanum, so skulu tey í øllum førum húsast í Hoydølum eini 4-5 ár afturat, og tí vónar hann, at gesntukostdeildin verður bygd uppaftur.



Eykajáttan


Leiðslan á skúlanum hevur søkt fíggjarnevnd Løgtingsins um eykajáttan, og hesum væntar rektarin, at tey fólkavaldu í tinginum fara at eftirlíka.

Í húsunum, sum brunnu, stóð m.a. eitt flygil og nýggj trummusett, og tilsamans fóru ljóðføri fyri yvir eina millión fyri skeytið. Harafturat fórst eitt týdningarmikið plátusavn, og nú má arbeiðast við at gera eitt nýtt savn, so tey týdningarmiklastu tíðarskeiðini í tónleikasøguni aftur kunnu ljóða í studentaskúlanum – hvørt hetta so verður á vinyl ella undir geisla.

Í dag fáa tær nýfloygdu pisurnar annars prógv, og Mikkjal Helmsdal sat og setti tað seinasta av hátíðarrøðuni saman, tá Sosialurin ringdi til hansara. Hann avdúkaði tó, at røðan fór at snúgva seg um framtíðina og møguleikarnar hjá pisunum, heldur enn um eldin í Hoydølum.

Herfyri varð staðfest, at eldurin í Hoydølum kom av einum óhappi, tá arbeiðið varð gjørt uttan fyri kostdeildina. Per Skov Christensen, kriminalpolitistur, sigur, at í fyrstu syftu varð hildið, at ravmagn var orsøkin, men síðani varð staðfest, at eingir leidningar vóru, har eldurin kyknaði.