Vilja varðveita sína donsku eftirlønarskipan

Fimm fakfeløg í heilsuverkinum eru hart ímóti at verða tvungin inn í eina føroyska pensjónsskipan, sum fer at geva teimum verri rættindini, enn danska PKA-skipanin gevur Fakfeløgini, sum eru tryggjað í donsku skipanini PKA eru alt annað enn fegin um, at gerast skal ein pensjónsskipan fyri allan føroyska arbeiðsmarknaðin. Tað er gott at fáa eina skipan, men tey mótmæla í yvirlýsing, at teirra danska skipan kal flytast til Føroya.

- PKA er eftir okkara tykki ein góð, demokratisk og samhaldsføst

skipan, ið vit eru sera væl nøgd við. Í Føroyum finst ongin

skipan á sama støði, og tískil halda vit, at tað er púra

burturvið, at vit verða tvungin í eina skipan, sum á ongan hátt

gevur okkum somu rættindi, siga feløgini.

Tey hava eina avtalu við PKA og vistu ikki betur, enn at skipanin fór at vera galdandi, til limirnir fóru frá við eftirløn og hava lagt ellisárini til rættuis út frá tí.

At nýggir limir fara í eina nýggja skipan, er ein onnur søk, men

hettar krevur gjølla fyrireiking saman við fakfeløgunum.

- Vit vilja framhaldandi vera verðandi í okkara pensiónskassa og fara

undir ongum umstøðum at góðtaka at verða flutt.

Tey fimm feløgini eru Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya og Ljósmøðrafelag Føroya.