Vilja varðveita ríkisfelagsskapin

Nýggjasta veljarakanningin, sum Úvarpið hevur latið gera sigur, at føroyingar ikki eru til reiðar at fara úr ríkisfelagsskapinum við Danmark. Men endamálið skal vera at Føroyar einaferð í framtíðini gerast sjálvstøðugar

í fyrradagin almannakunngjørdi Útvarp Føroya eina veljarakanning, sum gevur greiðar ábendingar um, at føroyski veljarin hevur flutt seg síðani seinasta val, og at flytingin er til fyrimuns fyri andstøðuna.

Samgonguflokkarnir hava mist meirilutan er tað serliga Sambandsflokkurin, sum er tann stóri vinnarin.

Hann fær sambært kanningini 5,3 prosent meir enn við seinasta val, og tað ger at hann yvirtekur triðjaplássi frá Fólkaflokkinum, sum missur 3,7 prosent av atkvøðunum.


Framtíðin ræðir

Umframt at vera ein »vanlig« veljarakanning hevur Útvarpið eisini spurt veljararnar um teirra støðu til ríkisfelagsskapin og framtíðar støðu Føroya.

Niðurstøðan av hesum báðum spurningum er, at føroyingar í fyrsta umfari ikki vilja úr ríkisfelagsskapinum við Danmark, men sæð yvir eitt longri tíðarskeið, so halda tey, at málið skal vera at Føroyar einaferð í framtíðini skal gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Nær tað skal vera er støða ikki tikin til, tí tann spurningurin er ikki settur, og satt at siga, er hann rættiliga ómøguligur at seta tá til stykkis kemur.

Sum vera mann eru tað veljararnir hjá Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, sum hava greiðastu støðuna í so máta, meðan tað kanska er eitt sindur hugvekjandi, at støðan í Javnaðarflokkinum er tann sama.

Tað, sum kortini kann tykjast serliga hugvekjandi er, at annar av samgonguflokkunum hevur trupulleikar av at fáa veljarar sínar at ganga í takt.

Meiri enn helmingurin av veljarum floksins heldur nevniliga, at Føroyar framhaldandi eiga at vera í ríkisfelagsskapi við Danmark.

Tá talan er um framtíðar støðuna - nær honm so kemur - eru fólkafloksveljararnir púra greiðir yvir at teir vilja hava, at Føroyar skulu verra ein sjálvstøðug tjóð.


Sjálvstøðugar

fyrr ella seinni

Sum nevnt er ein av spurningunum í hesari kanningini um tað skal vera eitt mál, at Føroyar einaferð í framtíðini skulu gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Og her er eingin pardón. Meiri enn 75 prosent av veljarunum hava sagt, at Føroyar skal gerast ein sjálvstøðug tjóð, meðan hini 25 prosentini halda, at vit framhaldandi skulu vera ein partur av Danmark.

Aftur her eru tað veljarar Sambandsfloksins, sum siga nei, meðan veljararnir hjá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum í stórum meiriluta siga, at Føroyar skulu gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Hetta er sanniliga merkisverdir tankar, tí spurningurin er sum sagt bara settur »sum í framtíðini« og ikki tíðarmerktur.

Kortini hava veljararnir í stórum skara sagt, at teir halda, at Føroyar einaferð skal gerast egin tjóð uttanfyri danska ríki.

Hvussu hesir spurningar fara at ávirka samgonguna er ikki til at siga í løtuni, men tað fara vit athoyra meira um í blaðnum í komandi døgum.

Niðanfyri hava vit viðmerkingina, sum vit fingu frá Edmundi Joensen, formanni Sambandsfloksins.