Vilja vísa andlit

Fríggjakvøld kl. 23.15

-Nei ikki spyrja meg. Spyr heldur hasa konuna við pallin.
Fyrsta royndin at koma á tal við eitt av vaktarfólkunum á Gøtusandi eydnast ikki serliga væl. Eg og myndamaðurin gera eftir boðunum hjá vaktarfólkinum, sum ikki ynskir at koma í blaðið, og frammanfyri pallin finna vit Edith Petersen, sum er eitt av vaktarfólkunum á Gøtusandi fríggjakvøldið.
-Tað er týdningarmikið hjá okkum sum samkomu at vera til staðar til slík tiltøk. Hóast hetta kanska ikki er eitt tiltak, tú vanliga setur í samband við eina samkomu, so vilja vit fegin vísa andlit á hesum stóra tiltaki, sigur Edith Petersen.
Aftur í ár er samkoman Filadelfia væl umboðað á G! Festivalinum. Samstarvið millum G! Festivalin og samkomuna kom í lag í fjør, tá fyrireikararnir av festivalinum heitti á samkomuna um at vera hjálparfólk á G! Festivalinum.
Edith Petersen fortelur, at tað stóð samkomulimunum í Filadelfia frítt í boði at hjálpa til á festivalinum, og nógv ynsktu at veita eina hjálpandi hond.
-Fólk á sandinum hava bæði verið glað og vinarliga, og tað hevur verið stuttligt at vera her higartil, vísir Edith Petersen á.


200 er tað coolasta

Fríggjakvøld kl. 23.24

-Tað besta er Limp Bizkit og Eminem ella meinar tú bara bólkarnir her á festivalinum?. Á festivalinum er tað 200, sum vit gleða okkum mest til. Teir eru ordiliga coolir.
8 ára gamli Hallur úr Klaksvík og 9 ára gamli Bogi úr Havn eru rørandi samdir, tá vit spyrja teir á Gøtusandi, hvør besti tónleikabólkurin er á G! Festivalinum.
-Her er ordliga stuttligt at vera. Her er góður tónleikur, og tað er eisini mega stuttligt at vera á spæliplássinum, siga teir báðir vinmenninir.
Hóast klokkan nærkast midnátt fríggjakvøldið eru hvørki Hallur ella Bogi troyttir. Teir báðir ætla at vera leingi uppi í kvøld.
-Vit fara í hvussu er at vera uppi til klokkan tvey ella trý í nátt. Rekordin hjá okkum at vera uppi er til klokkan fýra um náttina, so vit klára at vera uppi leingi afturat, siga teir avgjørdir.


Hjálp úr Danmark

Fríggjakvøld kl. 23.46

-Tað hevur gingið væl higartil. Vit hava havt nakrar smáskaðar, men kortini einki so stórt, at vit ikki hava ordnað tað við einum plástri. Vit merkja kortini nú, at fólk eru við at gerast full, og tað fer óivað at hava við sær, at fleiri tilburðir vera seinni í nátt.
Danin Per Møller Jensen er Reyða Kross samarittani úr Give, og saman við fimm øðrum donskum samarittanum er hann komin til Føroya at hjálpa føroysku samarittartænastuni á G! Festivalinum.
At fólk eru við at fáa nóg mikið niðurum av rúsandi løgi síggja eg og myndamaðurin, tá vit trína inn í hølini hjá Reyða Krossi á festivaløkinum. Á børini innanfyri hurðina liggur ein ungur drongur og fær hart tiltrongda viðgerð frá einum samarittana.
-Reyði Krossur Føroya spurdu okkum um hjálp í samband G! Festivalin og ólavsøkukonsertina, tí í føroysku tænastuni eru nógv nýggj og óroynd fólk, og føroyski Reyði Krossur helt tað vera skilabest við royndum fólki til slík tiltøk, sigur Per Møller Jensen.
Danski samarittanin greiðir frá, at felags danska/føroyska samarittartænastan hevur fyrireikað seg til festivalin við at hyggja nærri at, hvørjir skaðar hava verið teir mest vanligu undanfarin ár.
- Hjá okkum, sum eru úr Danmark, er hetta tiltakið ikki so umfatandi hjá føroyingum, tí vit eru von við at luttaka á slíkum tiltøkum, har fleiri túsund fólk eru komin saman, sigur Per Møller Jensen.

.páll