NAMMCO er ein felagsskapur í Norðuratlantshavi, ið umsitur hval og kóp.
- Tankin var at hava eitt forum, har londini við felags áhugamálum kundi hittast at tosa um viðurskifti, við áhuga fyri hvali og kópi, sigur Kate Sanderson, sum hevur umboðað Føroyar í hvalahøpi gjøgnum mong ár.
Hon sigur, at londini í útnorði vóru ørkymlað av, at IWC ikki kundi koma fram til eina semju um nakað sum helst.
- Ynskið var, at NAMMCO skuldi yvirtaka tær uppgávur, sum IWC ikki megnaði, og tað er framvegis føroyska ynskið, sigur Kate Sanderson.
Londini í NAMMCO eru kortini framvegis limir í IWC, og royna framvegis at gera sína ávirkan galdandi har.
- Fiskiveiðan verður umsitin lokalt, og tað ynskja vit eisini, at veiðan eftir hvali og kópi verður, sigur Kate Sanderson.
NAMMCO hevur sína egnu vísindanevnd, og limalondini kunnu so senda spurningar til hesa nevndina.
- Tað ber til at biða um útgreiningar og stovnametingar frá nevndini, so koma tilmælini aftur til fundin frá teimum báðum undirnevndunum, ein fyri hval og ein fyri kóp, og síðani verður hugt nærri eftir, hvat kann gerast í mun til umsitingina av hvali og kópi, sigur Kate Sanderson.
Rusland og Kanada
Fundurin hevur millum annað avgjørt ein drápshátt fyri bæði kóp og hval, og hvussu hetta fer fram í ymsu londunum.
- So fundurin er eitt gott forum at deila royndir hjá ymsu veiðifólkunum og ymsu londunum, sigur Kate Sanderson.
Eisini verður skipað fyri einari eygleiðaraskipan, har fólk eygleiða veiðihættirnar í ymsu NAMMCO londunum.
- Vit hava í fleiri ár havt persónar í Føroyum, sum eygleiða grindadráp og háttin, vit drepa grind, sum síðani verður fráboðaður aftur til NAMMCO, sigur Kate Sanderson.
Tað er eingin loyna, at størri felagsskapurin er, størri tyngd hevur hann, og serliga Føroyar hava gjørt sítt ítarsta at økja um limatalið.
- Tað vóru vit, sum tóku stig til, at kópaveiðimaðurin úr Kanada í ár var gestarøðari á fundinum, tí vit hildiu, at tað var ein máti at gera luttøkuna hjá Kanada meira virkna, og hettar ein máti at vísa Kanada, at vit fegin vilja hava teir meira aktivt við og ikki bert sum eygleiðarar, sigur Kate Sanderson.
Sama er galdandi fyri Rusland, men við Japan er støðan eitt sindur øðrvísi, tí talan er um ein felagsskap í Norðuratlantshavi.
- Men Japan hevur altíð víst áhuga fyri okkara arbeiði, og teir hava í sínum lag eisini roynt at stovna ein felagsskap í sínum egna umhvørvi við sama endamáli, tó at tað ikki hevur gingið eftir vild, sigur Kate Sanderson.
Hon sigur, at stórur dentur verður lagdur á, at fáa serliga Kanada og Rusland at koma upp í felagsskapin av álvara.
-
Bæði londini taka lut í vísindaliga arbeiðinum í felagsskapinum, so vónandi gerast tey fullir limir innan stutta tíð. Tað skal ikki so nógv til áðrenn tað hendir, og so kunnu tey verða við til at gjalda limagjaldið – tað høvdu vit einki havt ímóti, sigur Kate Sanderson.