Í lýsing í bløðunum kundi lesast, at Vága Floghavn ikki ynskti gávur í samband við at nýggja farstøðin opnaði í gjár, men heldur biður fólk geva eina peningaliga gávu.
Gávupeningurin skal setast í ein listagrunn, sum skal nýtast til at keypa føroyska list til at prýða farstøðina og tænastubygningin. Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, sigur, at hetta var mett at vera ein nógv skilabetri avgerð, enn at fáa eitt ótal av blómum og líknandi sendandi. Hann nevnir eisini, at Vága floghavn hevur umhugsað, at lata føroysk listafólk hava framsýningar í nýggju farstøðini.










