- Soleiðis sum dystirnir lagaðu seg, so kundi tað jú gera tað sama fyri okkum. Men vit spældu alla tíðina okkara møguleika.
Soleiðis segði Hanus Eliasen hjá ÍF, tá tað eftir seinasta umfarið stóð greitt, at ÍF varð niðasta liðið í Formula-deildini, og at teir tí noyðast eina deild niður at spæla komandi kappingarár.
- Men eg haldi so ikki, at tað eru teir báðir seinastu dystirnir, sum hava kostað okkum. Hesir hava verið móti EB/Streymi og HB, og hóast vit stóðu væl í báðum dystunum, so spurdist einki burturúr.
- Skulu orsøkir finnast, so eru tað nokk aðrir dystir, sum hava kostað meira. Ikki minst báðir heimadystirnir móti VB/Sumba og heimadysturin móti B68. Tað eru dystir, sum vit í dag iðra okkum um.
Tað er tó líkt til, at fuglfirðingar fegnir vilja upp aftur alt fyri eitt. Soleiðis kundi felagið longu leygardagin boða frá, at Nenad Saric, Alexandar Jovevic og Bartal Eliasen allir hava skrivað undir tvey-ára sáttmálar. Men spurdur, hvørt hann eisini fór at spæla við ÍF komandi ár, vildi Hanus einki siga.
- Hatta havi eg onga viðmerking til í løtuni, var einasta viðmerkingin, sum fekst um hetta.