Jógvan Páll Lassen er sakførari hjá Sp/f Nakkur, sum átti Jógvan S., tá ólógliga avgerðin um at taka veiðiloyvið frá skipinum varð tikin.
Og hann var ikki nøgdir við úrskurðin, sum varð feldur í rættinum.
- Kravið var í tveimum bitum. Í fyrsta lagi var talan um beinleiðis inntøkumiss, sum stóðst av avgerðini. Tann partin hevur reiðaríðið so fingið, og tí fáa allir kreditorar sítt, nú málið er endað.
- Hin parturin snýr seg um væntaðar inntøkur. Vit meta, at umstøðurnar, sum skipið varð selt undir, vóru mest sum átøkur eini tvingsilssølu, og at reiðaríðið tí skuldi kompenserast fyri tey tíggju árini, sum veiðiloyvið í minsta lagi var galdandi. Tí partinum hava vit so ikki fingið viðhald í, og tað merkir sum støðan er at eigararnir hava mist sítt innskot, sigur Jógvan Páll.
Hann sigur, at avgerð enn ikki er tikin um, hvørt reiðaríðið fer at kæra dómin. Fyrst og fremst skal hesin lesast ígjøgnum, og so hevur saksøkjari fýra vikur til at umhugsa hetta.