Bjarni Þór Viðarsson, sum er 28 ára gamal, og Davíð Þór Viðarsson, sum er 32 ára gamal, eru í løtuni liðfelagar hjá Gunnari Nielsen og Sonna Ragnari Nattestad í FH úr Hafnarfirði.
Teir hava ikki føroyskt pass, so tí eru teir ikki aktuellir til føroyskan landsliðsfótbólt her og nú, men fáa teir føroyskt pass, er støðan ein onnur, tí tá kunnu teir saktans koma inn at kappast við aðrar um plássini á landsliðnum.
- Vit hava tann hugburð, at tá spælarar lúka tær treytir, sum skulu til fyri at spæla á føroyska landsliðnum, stendur landsliðsvenjaranum frítt at taka teir út, sigur aðalskrivarin í FSF, Virgar Hvidbro.
Lars Olsen, landsliðsvenjari hjá Føroyum, hevur verið í Íslandi og sæð Bjarna og Davíð spælt, umframt at hann hitti teir og fekk eitt prát við teir haryviri.
- Tað er nokk so stuttligt, at nú vilja spælarar úr øðrum londum gjarna sleppa á føroyska landsliðið, og nú fáa vit at síggja, hvussu verður við Bjarna og Davíð, men teir kunnu saktans koma við í hópin, um pass og annað er upp á pláss, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu, sum Tróndur Arge hevur havt við bæði Virgar Hvidbro og Lars Olsen.