Danska løgreglan veit framvegis ikki, hvør setti eina tasku við einum nýføðingi frá sær í Rektorparken í Valby gjáranáttina. Hóast gentan var rættiliga nógv kølnað, tá hon bleiv funnin og flutt á sjúkrahús, kom hon rættiliga skjótt fyri seg.
Løgreglan hevur biðið almenningin um hjálp at finna mammuna. Hans Erik Raben hjá løgregluni í Keypmannahavn sigur við fjølmiðlarnar, at fleiri fólk hava vent sær til løgregluna, og at upplýsingarnar verða kannaðar.
-Vit vóna, at vit kunnu fáa hjálp frá almenninginum til at finna mammuna ella kanska bæði foreldrini, sigur Hans Erik Raben við TV2.
Men tað eru ikki bara fólk við upplýsingum, sum venda sær til løgregluna í sambandi við hetta málið. Løgreglan váttaði í dag, at eitt danskt par hevur vent sær til løgregluna og sagt seg vera til reiðar at ættleiða gentuna.