Vilja útseta fyrsta snapsin

Størsta málið er, at tey ungu byrja so seint at drekka sum gjørligt, og at tey vaksnu eru góðar fyrimyndir. Á tann hátt slepst lættari undan misnýtslu, halda 11 norðurlendskir ungdómar, sum í hesum døgum hava seminar í Losjuni í Havn

 Tað sum hevur størstan týdning er, at tey ungu útseta fyrsta snapsin, at tey ikki byrja ov tíðliga at drekka.
Hetta er tað størsta málið, halda 11 ungfólk úr Norðanlondum, sum í hesum døgum hava seminar í Losjuni í Havn, nevnt »Rúsdrekka og fólkaræði«.
Hesi 11 ungu fólkini eru úr Finnlandi, Svøríki, Noreg og Íslandi, og tey eru øll limir í NORDGU (Nordens Godtemplar Ungdomsråd).
Mikukvøldið skipa tey fyri tiltaki í Losjuni í Havn fyri ungfólk. Í løtuni hevur Ungtemplara Samband Føroya ongar virknar limir, men NORDGU-limirnir vilja fegnir hjálpa til at fáa virksemi aftur í felagið. Tey hava verið á gøtuni í Havn og tosa við ungfólk og boðið teimum til tiltakið, sum verður í Losjuni í Havn í kvøld (mikukvøld).
Á seminarinum umrøða tey samstarv millum feløgini í ymsu londunum. Tey samanbera lóggávuna fyri at finna fram til, hvar tey skulu samstarva, og hvussu tey kunnu læra av hvørjum øðrum.
Tey fegnast øll um, at rúsdrekkalóggávurnar í Norðanlondum sum heild  undantikið Danmark  eru rættuliga strangar.
 Tað ræður um at avmarka atgongdina til rúsdrekka, tí tað vísir seg, at lættari tað er at fáa fatur á rúsdrekka, størri verður misnýtslan og samfelagsligu trupulleikarnir, siga tey.
Tey vóna eisini, at ES kann læra nakað av rúsdrekkalóggávunum í Norðanlondum  havandi í huga, at bæði Finnland og Svøríki eru partar av ES, sum ikki tykist so fegið um strongu rúsdrekkalógirnar í Norðanlondum.
 Vit hava valt eitt lív uttan rúsdrekka, tí tað halda vit vera tað besta. Men vit kunnu sjálvandi ikki gera av, hvussu onnur skulu liva. Men tað kann staðfestast, at jú fyrr fólk fara at drekka, størri er vandin fyri misnýtslu og harvið stórum samfelagstrupulleikum. Tí vilja vit fegin virka við til, at tey ungu so seint sum gjørligt fara at drekka, siga NORDGU limirnir, sum Sosialurin hitti týsdagin.
Tey halda, at ein háttur at gera hetta er, at rúsdrekka ikki er ov lætt at fáa fatur og  og ikki minst, at foreldur og onnur vaksin eru góðar fyrimyndir og ikki drekka seg fullan framman fyri børnum.