Vilja tryggja Føroyum sæti í formansskapinum í Norðurlandaráðnum

Tað hevur stóran týdning, at Føroyar luttaka á jøvnum føti við hini londini í Norðurlandaráðnum.

Tí mugu Føroyar hava fast sæti í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. Tað halda Erling Eidesgaard og Johan Dahl, ið eru føroysku løgtingsumboðini í Norðurlandaráðnum. Teir hava tí lagt uppskot fram, um at geva Føroyum sæti í formansskapinum í Norðurlandaráðnum. 

Í dag og í morgin hevur Norðurlandaráðið sína árligu evnisráðstevnu í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at hon verður hildin í Føroyum. Millum uppskotini, ið verða viðgjørd í formansskapinum í dag, er uppskotið frá Erlingi Eidesgaard og Johan Dahl. 

Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at øll átta londini í Norðurlondum fáa fast pláss í formansskapinum.

Upprunaliga vóru tað formaðurin og næstformaðurin í donsku sendinevndini, ið ynsktu hesa broyting. Málið fall kortini undir viðgerðini í donsku sendinevndini. Tí hava føroysku norðurlandaráðslimirnir nú sjálvir sent inn uppskot um at broyta fundarskipanina hjá Norðurlandaráðnum soleiðis, at øll átta lond fáa sess í formansskapinum. Hetta fer at tryggja eitt meira javnbjóðis arbeiði í tí norðurlendska arbeiðinum, halda Erling Eidesgaard og Johan Dahl.