Í gjár var fyrsti fundurin í felagsnevndin ímillum Føroyar og Evrasiatisku Búskskaparsamgonguna, EABS. Nevndin er úrslit av eini semju sum partarnir gjørdu í Føroyum í august í fjør.
EABS er ein felags búskaparsamgonga, ið varð stovnað í 2015 og limalondini í samgonguni eru Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis-og vinnumálum, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Tatiana Valovaya, EABS ráðharri í búskaparmálum fyri EABS sendinevndini.
Felagsnevndin hevur til endamáls at styrkja samstarvið ímillum Føroyar og limalondini í EABS. Á skránni fyri fundin vóru handilsviðurskifti, tollviðurskifti, talgilding og heilsufrøðilig viðurskifti.
Partarnir løgdu fram síni politisku sjónarmið og ætlanir við samstarvinum, millum annnað hvussu tolløkini hjá hvørjum øðrum eru skipað og hvørjar reglur eru galdandi, hvørjar heilsufrøðiligar mannagongdir eru, umframt leiklutin hjá talgilding í sínámillum viðurskiftum.
Samstundis varð avtalað, at næsti felagsnevndarfundurin verður í Føroyum næsta ár.
– EABS er okkara næststørsti marknaður fyri útflutningsvørur. Arbeiðið í felagsnevndini hevur tí stóran týdning í mun til at tryggja føroysk áhugamál mótvegis EABS, bæði av politiskum og tekniskum slag, sigur Poul Michelsen í eini fráboðan í morgun.
Umframt Uttanríkis- og vinnumálaráðið og sendistovuna í Moskva, vóru umboð frá Fíggjarmálaráðnum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni við í føroysku sendinevndini.
Í dag skal Poul Michelsen á fund við umboð fyri limalondini í EABS í Moskva og við Ilya Shestakov, russiska fiskimálaráðharran.