Kommunurnar eru ikki serliga áhugaðar fyri ætlaða samstarvinum ímillum SEV og oljufelagið Magn um vindmyllulundina í Húsahaga við Havnina.
SEV hevur annars arbeitt við eini ætlan um at leggja vindmyllulundina í Húsahaga í eitt dóttirfelag, sum oljufelagið Magn skuldi eiga 33 prosent í. Men tann ætlanin kann ikki setast í verk fyrrenn myndugleikarnir hava góðkent ætlanina. Hon kann heldur ikki setast í verk, fyrrenn tað er samtykt á aðalfundi í SEV.
Men nú hevur SEV havt ein óformligan fund við kommunurnar, sum eiga felagsskapin, har hendan ætlanin varð umrøtt. Og á tí fundinum er niðurstøðan at kommunurnar eru ikki serliga heitar fyri Sev selur Magn ein part av vindmyllulundini í Húsahaga.
Les eisini: SEV byggir nýtt høvuðsæti fyri 60 milliónir
Kommunurnar hava reist tann prinsipiella spurningin um tað er rætt at einskilja ein part av Sev og tær vilja eisini hava nágreiniligari útrokningar fyri, hvat loysir seg best í longdini. - Vit hava fingið eina ábending frá eigarunum um, at teir eru ikki hugaðir fyri at selja Magn ein part av vindmyllunum, men eingin endalig avgerð er tikin, sigur Hákun Djurhuus.
Hinvegin er tað partur av lógarverkinum, at privat skulu upp í kappingina um elveitingina og sostatt er tað politiski viljin. Tískil er tað í andin í lógini, at kapping skal vera um elorkuna og tí fór Sev í eitt samstarv við Magn. Sev metti eisini, at varð eitt privat felag við í vindmylluætlanini í Húsahaga, var tað ein ávís verja ímóti at vera fyri mismuni. Stjórin í Sev sær tað støðuna fyri sær, at hevði eitt tilboð frá Sev, og eitt tilboð frá einum privatum felag, ligið tætt, kundi avgerðin hjá myndugleikanum lættari koppa til fyrimuns fyri tað privata felagið SEV helt, at tað var ein styrki at hava eitt privat felag við, tí tað fór at gera tað torførari hjá myndugleikunum at havna einum tilboði, har ein privar fyritøka var við.
Men nú tað hevur verið eitt politisk endamál at skipa kapping á elorkuøkinum, heldur Sev eisini, at tað er ov lítið, at tað bara eru Sev og Røkt sum kappast. - Við at skipa eitt samstarv við Magn, kann tað brynja oljufelagið til sjálvt at vera við í kappingini og tað hevði hert kappingina, heldur Hákun Djurhuus. - Tað hava verið tvey útboð og higartil hava tað bara verið Sev og Røkt og tað halda vit eru ov lítið til at skapa nakra kapping av álvara, sigur hann.
|