Vilja tosa við Rógva

Longu áðrenn Italia í vár spældi í Føroyum, hevði italski landsliðsvenjarin á munni, at vandamesti føroyski spælarin var Rógvi Jacobsen.

Og við málinum til 1-2 í tí dystinum staðfesti Rógvi eisini, at hann er ein maður, sum skal takast í álvara.

Og skal metast eftir áhuganum, sum italsku miðlarnir hava fyri honum, so verður hann tikin í álvara. Støðugt er spurningurin ?hvør er hasin Jacobsen?, og eftir venjingarnar er Rógvi fyrsti maðurin, sum miðlarnir flokkast um.

So er spurningurin bara, um timburmaðurin, ið hevur fótbólt sum hjáputl, aftur í kvøld skal greiða frá søguni um, hvussu tað kennist, tá tú skorar móti heimsmeistarunum.