Svimjing
Svimjisamband Føroya fer í summar at luttaka á "Swimming Championships of the Small States of Europe", ið er evropeiska meistarastevnan fyri svimjitjóðir við færri enn 1 millión íbúgvum
Evropeiska meistarastevnan fyri smátjóðir er eitt tilboð til tær smærru svimjitjóðirnar í Evropa at kappast sínámillum. Eisini líka ár, har teir evropeisku leikirnir fyri smátjóðir eru ólíka ár. Føroyar kunnu ikki enn luttaka á hesum síðst nevndu "Games of the Small States of Europe", sum umframt svimjingina umfatar flestu ítróttargreinarnar, ið vit kenna frá Oyggjaleikum. Hetta tí luttøkan krevur olympiskan limaskap.?Tey svimjisambond, ið luttaka í "Games of the Small States of Europe" annaðhvørt ár hava tí avgjørt at hava eina svimjistevnu fyri allar smátjóðirnar í Evropa í millumárunum. Hetta merkir, at Svimjisamband Føroya, ið er fullgildigur limur í bæði evropeiska og altjóða svimjisambandinum, verður boðið við. Eitt tilboð, ið sjálvsagt hóvar Svimjisambandinum væl, tá tað betrar um okkara grundgeving fyri olympiskum limaskapi, og hartil fellur á júst tey ár, tá ið Oyggjaleikir ikki eru.?Sostatt fær Svimjisambandið nú ein gyltan møguleika at minka um sveiggini millum ár við og uttan Oyggjaleikir, ið annars ávirkar svimjingina nógv, eins væl og so nógvan annan føroyskan ítrótt.
Tí hóast tað við evropameistarastevnu og líknandi finnast ríkiligar og harðar avbjóðingar til úrmælingarnar, umframt nógvar altjóða stevnur til eisini tann meira breiða hópin, so hevur okkurt millumstig av eini meistarastevnu vantað til sonevnda Oyggjaleikahópin at venja miðvíst fram til tey ár, tá ið Oyggjaleikir ikki eru. Og tað má man siga, at tað verður nú, tá ið tey fáa møguleika fyri at vinna sær heiti sum bæði "Champion of the Small States of Europe", og "Junior Champion of the Small States of Europe".
Luttakarar á smátjóðaleikunum eru í løtuni: Andorra, Kýpros, Ísland, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako, Montenegro og San Marino. Av hesum hava serliga Ísland, Kýpros og Luksemborg vunnið heiðursmerki á leikunum. Ítróttagreinarnar eru til dømis: frælsur ítróttur, fimleikur, judo, skjóting, borðtennis, flogbóltur og svimjing. Smátjóðaleikirnir hava verið annaðhvørt ár síðani 1985, undir leiðslu av Olympisku nevndunum hjá hesum londum.?Evropeiska svimjistevnan fyri smátjóðir var fyri fyrstu ferð í Luksemborg í 2008, sum partur av Open Luxembourg Championships. Vertstjóðin Luksemborg vann flest heiðursmerki og steypið fyri lið, frammanfyri Malta, San Marino, Kýpros, Andorra, Gibraltar og Montenegro. Ísland luttók ikki á fyrstu stevnuni, men verður vertstjóð nú á næstu stevnuni, sum verður í Hafnarfirði hin 12. til 13. juni 2010. Svimjistevnan er undir leiðslu av teimum luttakandi limalondunum, íroknað Gibraltar og nú framyvir Føroyar.
Ætlanin hjá Svimjisambandinum er at senda ein hóp til Íslands, sum minnir um hópin, ið vanliga verður sendur til Oyggjaleikir. Tað vil siga, at krøvini verða rættiliga hørð til at sleppa á liðið, um enn ikki heilt so hørð sum til evropeisku meistarastevnu og heimsmeistarastevnu. Evstamark fyri úttøku verður á føroysku meistarastevnuni hin 14. til 16. mai 2010, umleið ein mánað fyri "Small States" stevnuna.?
Mynd: Svimjilandslið
Á Álandi gjørdi føroyska svimjilandsliðið bart, og átti sín stóra lut í samlaða oddasessinum, sum Føroyar fyri fyrstu ferð vunnu á leikunum










