Vilja taka arbeiði og vald frá Hans Paula Strøm

Tinglimir í samgonguni vilja skerja valdið og arbeiðsbyrðuna hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, tí teir halda ikki at hann megnar uppgávuna til fulnar

Landsstýrið eigur at verða umskipað, so at almanna- og heilsumálaráðið verður skilt sundur í tvey sjálvstøðug ráð.

Tað heldur Miðflokkurin í samgonguni, og aðrir samgongulimir eru samdir. Sostatt eru teir sinnaðir at skerja arbeiðsbyrðuna og politiska valdið hjá Hans Paula Strøm, landsstýrismanni.

Nú ólavsøkurøðan hjá løgmanni er til viðgerar í morgum, hevur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum boðað frá, at Miðflokkurin vil hava, at Almanna og heilsumálaráðið verður skilt sundur.

Hann sigur, at vit eru eftirbátar á sosiala økinum, samstundis sum vit hava trupulleikar í heilsuverkinm og hann er sannførdur um, at ein orsøk er, at málsøkið er so umfatandi, at tað arbeiðsbyrðan er ov stór hjá einum landsstýrisfólki.

- Avgerðin um at leggja saman hevur víst seg at vera skeiv og ein sundurskiljing hevði givið landsstýrisfólkunum møguleikan og neyðugt yvirlit at røkja tað óvanliga umfatandi og krevjandi málsøki, segði Jenis av Rana.

Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldinum, sum eisini er í samgongu, er púra samdur.

Hann vísir á, at almanna- og heilsumálaráðið er ómetaliga krevjandi og umfatar 55% - 60 % av fíggjarlógini.

Tað heldur hann, at tað er uttan iva eitt ov stórt ráð hjá einum landsstýrisfólki at umsita.

Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum ásannar eisini, at uppgávan er ov stór og at hon tí verður hon ikki nóg væl røkt.

Katrin Dahl Jacobsen úr javnaðarflokkinum heldur ikki, at tað er nøkur loysn at seta fleiri landsstýrisfólk, hóast arbeiðsbyrðan er ómetaliga stór. Almanna og heilsumál yvirlappa hvørt annað á so nógvum økjum, at tað verður ikki lættari hjá brúkarum at hava fleiri ráð at venda sær til.