Vilja tálma alkoholnýtslu millum ung

Qeqqata kommuna í Grønlandi vil skipa eitt fyribyrgingarátak, soleiðis at nýtslan av alkoholi millum ung minkar.

 

 

Sermitsiaq veit at siga, at tað er eydnast Íslandi at minka um nýtsluna av alkoholi millum landsins ungu borgarar, og nú eru tey í grønlendsku kommununi - Qeqqata kommunu - til reiðar at fremja líknandi átøk sum Ísland.

Hetta framgongur í dagsskránni til fund í kommunustýrinum í Qeqqata kommunu, sum verður hósdagin í hesi vikuni. Ein tvørfakligur arbeiðsbólkur hevur nevniliga hugt upp á tað arbeiði, sum eitt nú íslendingar gera í hesum sambandi.

Sermitsiaq skrivar, at í nevndu kommunu í Grønlandi verður arbeitt við tveimum møguleikum. Annar er at fara í samstarv við Planet Youth í Íslandi, og hetta fer at kosta umleið 2,1 miljónir krónur yvir fimm ár.

Hin møguleikin er eitt samstarv við Center for Folkesundhed í Grønland og Paarisa, sum fer at kosta Qeqqata kommunu umleið 500.000 krónur um árið yvir trý ár.

Tvørfakligi arbeiðsbólkurin mælir til, at kommunan arbeiðir víðari við samstarvinum við Center for Folkesundhed og Paarisa eftir sonevndu HBSC-kanningini, sum er grønlendska skúlabarnakanningin.

Umsitingin í Qeqqata kommunu heldur, at við einum samstarvi við Center for Folkesundhed og Paarisa kann kommunan arbeiða við einari ætlan, sum liggur tætt upp at íslenska átakinum.

##med2##