Sum skilst av samráðingunum um nýtt landsstýrið, so ætlar nýggja landsstýrið, at Vesturheimurin og NATO ikki skulu ivast í, at Føroyar eru teimum ein trúgvur stuðul.
Tá nú fráfarandi landsstýrið skuldi taka støðu til radaramálið, mátti løgmaður fáa stuðul frá Javnaðarflokkinum fyri at geva sítt samtykki. Tað var ikki semja í samgonguni, tí Fólkaflokkurin í uttanlandsnevndini var ímóti at geva NATO hetta loyvi.
Hesa støðu ætlar nýggja samgongan ikki at koma í. Sum skilst frá samráðingunum, so staðfestir nýggja samgongan, at tey vilja svørja NATO og Vesturheiminum trúskap.
##med2##