Vilja styrkja fiskivinnusamstarvið í útnorði

Útnorðurráðið, sum hevur havt ráðstevnu í Føroyum, er ein samstarvsfelagsskapur millum íslendska altingið, grønlendska landstingið og okkara heimliga løgting. Miðjað verður eftir at styrkja samstarvið millum londini mótvegis umheiminum ? og ikki minst mótvegis ES

Ráðstevna

Mikudagin og hósdagin vóru fleiri enn fimti politikarar, ráðharrar og serfrøðingar úr útnorði, Noregi og ES savnaðir á 9. temaráðstevnuni hjá útnorðurráðnum.
Ráðstevnan hevur verið hildin á Hotel Føroyum, og tosað hevur verið um fiskivinnupolitiskt samstarv í útnorði ? saman við Noregi - mótvegis ES.
Formaðurin í útnorðurráðnum og íslendski altingslimurin, Birgir Ármannsson, sigur, at endamálið við ráðstevnuni var at samansjóða tey mál, sum londini í útnorði kunnu standa saman um mótvegis umheiminum ? og ikki minst mótvegis ES.
Einki av londunum í útnorðri, sum eru Føroyar, Grønland og Ísland, eru limir í ES, og londini hava heldur ikki eina felags "stategi" á fiskivinnuøkinum mótvegis felagsskapinum. Tó hava tær avgerðir, sum ES tekur, stóra ávirkan á londini í útnorði.
Útnorðurlondini ynskja í felag at fáa størri ávirkan á gongdina og fremjanina av felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES.
Soleiðis var niðurstøðan hjá útnorðurráðnum á seinastu ráðstevnuni eisini, at londini eiga at standa saman í fiskivinnuspurningum og í størst møguligan mun tosa við einari tungu til tess at fáa størstu ávirkanina á ES. Standa londini ikki saman, er vandi fyri, at ávirkanin á fiskivinnupolitikkin hjá ES verður lítil, samstundis sum útnorður gerst veikari og ES sterkari.
Millum røðararnar á ráðstevnuni á Hotel Føroyum vóru leiðandi ES-umboð, fiskimálaráðharrarnir í Grønlandi, Íslandi og Føroyum, norðmaðurin, Røgnvaldur Hannesson, fiskivinnuøkonomur og professari við norska handilsháskúlan, Asmund Kristoffersen, stórtingslimur og formaður í nevnd í Norðurlandaráðnum, Kjartan Hoydal, The North East Atlantic Fisheries Commission og Ásmundur Guðjónsson, fiskivinnuráðgevi hjá norðurlendska ráðharraráðnum.
Útnorðurráðið er ein samstarvsfelagsskapur millum íslendska altingið, grønlendska landstingið og okkara heimliga løgting.Hvørt landið er umboðað við seks tinglimum.