Gongugøtan í miðbýnum í Havn skal vera bilfrí.
Tað ynskir meirilutin í Teknisku nevnd, sum mælir býráðnum til at samtykkja eitt uppskot um at steingja gongugøtuna fyri almennari ferðslu.
Talan er um eina royndarætlan til og við august mánað, at strekkið frá Káta Horninum oman til býráðssalin verður bilfrítt.
Samstundis er ynski um at útskifta parkeraðu bilarnar í gongugøtuni út við sølubúðir, útiservering, tónleikatiltøk, barnatiltøk og líknandi.
Handlarnir, sum halda til fram við gongugøtuni verða kortini ikki snýttir fyri at fáa vørurnar leveraðar til hurðina.
Loysnin er, at vørubilar fáa undantaksloyvi at koyra á strekkinum millum kl. 23 á kvøldi og kl. 10 á morgni.
Ein minniluti í Teknisku nevnd, Sjúrður Olsen, tekur ikki undir við at steingja gongugøtuna í miðbýnum, frá Káta Horninum oman til býráðssalin.
Tórshavnar Býráð viðger málið í kvøld.