Tey, sum búgva á røktarheimunum kring landið, skulu ikki liva av uppaftur hitaðum mati um vikuskiftini.
Tað heldur Javnaðarflokkurin. Tí hevur flokkurin nú laft uppskot fyri Løgtingið um at játta ellis- og røktarheimum og sambýlum kring landið, tríggjar milliónir krónur afturat.
Endamálið við tí er, at Ellis- og røktarheim og sambýli skulu hava ráð til at hava køkin opnan um vikuskiftini.
Tey skulu eisini hava ráð til at hava ymiskt ítriv fyri búfólkunum, umframt at hava náttarvakt og fysioterapi.
Javnaðarflokkurin sigur, at seinastu árini hava fleiri umfør av sparingum verið á eldraøkinum.
- Enn einaferð líða okkara eldru medborgarar undir sparingum á eldraøkinum, staðfestir Javnaðarflokkurin.
Hesuferð er tað ellis- og røktarheimið Hamragarður í Vági, sum sparir starvsfólkini í køkinum burtur um vikuskiftuni, so búfólkini mugu eta uppaftur hitaðan mat.
- Umframt, at hetta er óvirðiligt fyri búfólkini, tekur hetta dýrabara røktartíð frá røktarstarvsfólkunum.
- Eisini er ætlanin at spara allar ítrívstímar burtur, so tað, sum kann geva lívsinnihald í gerandisdegnum, verður tikið frá fólki, sigur Javnaðarflokkurin. - Hesi viðurskifti kunnu vit als ikki góðtaka, leggur flokkurin afturat.
Flokkurin vísir kortini á, at Hamragarður er ikki eindømi. Tey frætta frá fleiri røktarheimum, at eisini har eru starvsfólkahópurin somikið skerdur, at røktin er ikki nøktandi.
Tí vilja tey fyribils hava Løgtingið at játta ellis- og røktarheimum, og sambýlum, tríggjar milliónir afturat.
Men tey vilja eisini hava neyvar útrokningar yvir tørvin, so at tað nágreiniliga talið kann ásetast fyri at sleppa undan fleiri sparingum.
|










