Vilja steðga útgávu av nýggjum Beatles sangum

Sakførarar hjá The Beatles stríðast ímóti at ókendir Beatles-sangir verða givnir út.

 

Beatles-fjepparar yvir allan heimin vóru ovurfegnir, tá ókendar Beatles-upptøkur vórðu funnar í januar.

Men fagnaðurin er av, tí sakførarar hjá the Beatles vilja gera alt fyri at forða fyri, at upptøkurnar verða givnar út.

 

Ókendu upptøkurnar av væl umtókta bólkinum eru gjørdar í desember í 1962 undir eini framførslu í Star Club í Hamburg, beint eftir at Ringo Starr byrjaði sum trummusláari.

 

Apple Corps, ið verjir rættindini hjá Beatles, ætlar at fara í rættin við málinum, so at eigararnir av bondunum ikki geva tey út til almenningin.

Sakførararnir halda, at sangirnir eru tiknir upp uttan loyvi frá bólkinum, og at góðskan er so ring, at tað kann verða ringt fyri umdømi hjá the Beatles.

 

Men amerikanska fyritøkan Fuego Entertainment, ið hevur keypt sangirnar, ætlar at geva sangirnar út til mongu fjeppararnar um allan heim. Stjórin í fyritøkuni, Hugo Cancio, meinar, at upptøkurnar eru lógligar og noktar av rinda endurgjaldið á 15 mió. dollarar, ið sakførarnir hótta við.

- Tað er órættvíst fyri fjeppararnar at steðga útgávuni. Heimurin hevur uppiborið at hoyra hesar sangirnar, sigur Hugo Cancio.

- Í roynd og veru eru tað vit, ið hava upptøkurnar, og ikki teir. Og tað er tað teir eru argir inn á, heldur Hugo.

 

Sambært CNN eru átta ókendir sangir á bondunum.