Tað er nógv fokus á grøna orku og orkuskifti í løtuni. Rembingar eru eisini um, hvat gerast kann við avlopsorku hjá smærri privatum útbjóðarum, feløgum og kommunum. Ein av kommununum, sum í løtuni er í holt við at leggja um frá olju til vatnorku, er Kvívíkar kommuna.
Í Kvívík er skúli við svimjihyli, og her er barnagarður, og báðir stovnarnir eru lutfalsliga nýggir. Men, tað kostar at hita bygningarnar, og tað kostar í orku at halda svimjihylin heitan.
Joen Jacob Andreasen, sum býr í Kollafirði og sum er húsavørður hjá Kvívíkar kommunu, sigur, at kommunan í 2017-prísum, tá oljuprísurin var lutfalsliga lágur, brúkti fyri stívliga 300.000 krónur í olju um árið.
- Tá eg koyri úr Kollafirði og til arbeiðis, síggi eg eins og onnur nógva orku fara til spillis. Hetta er vatn, sum rennur oman úr fjøllunum ígjøgnum áir og endar á sjónum, men sum kundi verið umgjørt til orku, sigur húsavørðurin.
Eins og borgarstjórin í Kvívíkar kommunu og alt bygdaráðið, sum stendur saman um orkuskiftið í kommununi, er eisini húsavørðurin rættiliga spentur upp á ta verkætlan, sum nú av álvara tekur skap í kommununi.
Í Kvívíkar kommunu arbeiða tey nevniliga við at spara meginpartin av oljuni burtur, sum kommunan brúkar, og soleiðis er ætlanin longu næsta ár at reka kommunalu bygningarnar í Kvívík – í fyrsta lagi skúla, svimjihyl og barnagarð – við vatnorku.
Heri Müller, borgarstjóri, sigur, at alt kommunustýrið stendur aftan fyri hesa spennandi verkætlan, sum birtist fyri umleið hálvum triðja ári síðan, og sum nú rættiliga hevur tikið skap.
- Men, tað er ein long tilgongd frá tí, tú ætlar tær í gongd við eina slíka verkætlan, til ætlanin stendur liðug og kann takast í nýtslu. Byrjar tú ikki, áðrenn øll loyvi eru komin í hús, megnar eitt bygdaráð neyvan at fremja eina slíka verkætlan í einum valskeiði.
Borgarstjórin vísir á, at kommunan nú hevur fingið øll viðurskifti við Ognarhagan í lagi, og tey hava eisini fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. - Nú eru vit komin so mikið langt við loyvunum til vatnorkuverkætlanina, at bara Yvirfriðingarnevndin er eftir.
Heri Müller ásannar, at loyvisparturin er tungur at fáast við, og hesin tekur bæði tíð og kostar pengar. - Tað kann vera langt frá tí degi, at politiska skipanin sigur, at nú skal leggjast um á grøna leið, til allar góðkenningar, hoyringsfreistir og øll loyvi eru upp á pláss, leggur hann aftrat.