Fært tú eitt sms, sum sigur ‘Ring til mig’ ella eitt uppkall frá einum nummari við landakoduni 676, so eru ráðini at ikki svara, hvørki uppkalli ella smsi. Tað sigur kundastjórin í Føroya Tele, Hans Jákup Langgaard.
-Hetta er ikki nakað nýtt tilfeldi, og hesin trupulleikin hevur verið síðani smsini komu av fyrstani tíð, sigur Hans Jákup Langgard.
Hann leggur afturat at hetta møguliga er eitt yvirtakserað nummar, og tað merkir at ringir ella skrivar tú aftur til nummarið, so fært tú eina rokning. Hetta er til dømis tað, sum verður nýtt, tá tú ringir til V4.
Ráðini frá Hans Jákup Langgaard eru tí ikki at ringja aftur til nummarið, sum tú ikki kennir. Eisini ber til at sperra nummarið á telefonini, um trupulleikin er afturvendandi. Hetta er tó sjálvdan ein varandi loysn, tí tey sum ringja skifta ofta nummar, so tað hjálpir ikki, sigur Hans Jákup Langgaard.
Tað er torført at vita, hvussu hesi sum ringja finna fram til føroysku telefonnummurini, men helst eru tað maskinur og ikki menniskju, sum eru hinumegin hornið, sigur hann.
Ikki skriva ella ringja aftur, hóast tú fært eitt sms á donskum. Tað er ikki neyturviliga ein dani, sum ringir, men heldur bruka tey google translator, sigur hann.










