Vilja sleppa undan kapping um fiskin

Framtaksgrunnurin vil sleppa undan kapping ímillum tvey dóttirfeløg um fiskin. Tað er ein orsøk til at Fiskavirking og Fiskasøluna skulu leggjast saman

Fiskasølan og Framtaksgrunnurin

? Endamálið er at styrkja virksemið, so at søluvirðið økist og váðin hjá Framtaksgrunninum verður avmarkaður.
Hetta er tann djúpara orsøkin til, at Framtaksgrunnurin nú hevur gjørt av at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman.
Og tað verður Fiskavirking,sum heldur fram og Fiskasølan fer í søguna og tað verða nevnd og leiðsla í Fiskavirking, sum nú skulu stjórna øllum tí samanlagda felagnum.
Í tíðindaskrivi sigur Framtaksgrunnurin, at fíggjarliga gongdin hjá Fiskasøluni er als ikki nøktandi.
Fyrst í ár varð roknað við einum avlopi í ár, men síðst í oktober var framvegis talan um eitt munandi hall.
Framtaksgrunnurin metir somuleiðis, at raksturin hjá Fiskasøluni verður heldur ikki nøktandi frameftir.
Eitt nú verður eingin laksur úr Føroyum at fáa hjá laksavirkinum í Fuglafirði tá ið mai mánaði er komin.
Framtaksgrunnurin sigur, at skal Fiskasølan bøta um gongdina, noyðist felagið tískil at fara inn á sama virksemi, sum Fiskavirking er á. Sostatt noyðist Fiskasølan at gera íløgur í virki, sum virka botnfisk.
Hetta økir virksemið hjá Framtaksgrunninum í fiskivinnuni á landi, og tað ber eisini í sær kapping millum tvey dóttirfeløg hjá grunninum og tað vil Framtaksgrunnurin sleppa undan.
Grunnurin sigur eisini, at eftir samanleggingina, eru møguleikarnir hjá Fiskavirking at bøta um gongdina, fyrst og fremst at finna í útlendsku sølufeløgunum hjá Fiskasøluni í Fraklandi og Bretlandi, umframt í fiskavirkinum í Hirtshals.
Harumframt fer Fiskavirking nú eisini at eiga P/F Faroe Finance, ið fíggjar áogn.
? Í sambandi við samanleggingina er ætlanin at minkað munandi um samlaðu íløguna og harvið váðan hjá Framtaksgrunninum í nevndu feløgum. Partvís verður hetta gjørt við at útluta reiðan pening og partvís við at útluta partabrøv í feløgum, ið ikki hava beinleiðis tilknýti til kjarnuvirksemið hjá Føroya Fiskavirking frameftir, sigur Framtaksgrunnurin.

Skal seljast sum ein eind
Annars leggur Framtaksgrunnurin dent á, at tá ið Fiskavirking verður seld, verður tað sum ein eind.
Samstundis fer Føroya Fiskavirking framhaldandi at gera tillagingar á teimum einstøku virkjunum við tí fyri eyga at bøta um sølumøguleikarnar, áðrenn eitt ítøkiligt søluarbeiði, verður gjørt.
Framtaksgrunnurin ger eisini greitt, at hann er sinnaður at samráðast um at selja øll partabrøv, sum grunnurin eigur, herundir eisini Føroya Fiskavirking, um nøktandi boð verður givið.