Smáu trolararnir, teir, sum hoyra til bólk 4T í lógini um vinnuligan fiskiskap, biðja nú um at sleppa úr fiskivinnuni. Í yvirlýsing, send til løgtingslimir og miðlarnar, skrivar felagið Trolbátar, at smáu trolararnir ynskja at sleppa úr flotanum, orsaka av leistinum, sum samgongan ætlar at skipa fiskiskapin eftir framyvir.
- Felagið trolbátar metir, at fiskivinnan ikki longur er ein vinna fyri fiskimannin, men ein vinna fyri búskaparfrøðingar og aðrar at gera modellir til, sum bólkur 4T als ikki kann sameina seg við, sum eina leið hjá høvuðsvinnuni at fara, skrivar felagið.
Felagið vísir á, at fyri 10 árum síðani vóru 17 fullriknir bátar, men at bólkurin sjálvur hevur lagt loyvi og dagar saman.
- Hendan ætlanin hevur ført til, at bert seks fullriknir bátar eru eftir, og tríggir liggja. Hóast hesar samanleggingar heldur landsstýri áfram við ógrundaðum skerjingum og avmarkingum, skrivar felagið.
Felagið setir tó eina treyt - at landið keypir fiskirættindini aftur fyri 50 milliónir krónur.
- Heilt ítøkiliga skýtur felagið upp, at landið keypir øll rættindini hjá reiðaríunum fyri 50 milliónir krónur. Hesar 50 milliónirnar er samlaða skuldin hjá avvarðandi trolbátum, sum er stovnað undir verandi skipan.
Smáu trolararnir, sum standa aftan fyri yvirlýsingina eru, Birtingur, Búgvin, Dragasund, Fiskaklettur, Hansa Maria, Jens Leon, Olga Maria og Skálafossur.









