Lív
Legði Bjarni Djurholm semjuna við Samtakið fyri landsstýrið, tá ið hann
týsdagin legði málið um framtíðina hjá tryggingarfelagnum, LÍV, fyri
landsstýrið?
Tað ivast Samtakið hjá 14 fakfeløgum, ið røkir áhugamálini hjá umleið 9.000
tryggingartakarum í LÍV, stórliga í.
Tí heldur Samtakið, at landsstýrið kann hava tikið sína avgerð á skeivum
grundarlagi.
Í øllum førum er tað, sum frættist ikki tað, sum Samtakið hevur lagt í eina semju. Tí vil Samtakið nú hava fund við Løgmann og alt landsstýrið fyri at rudda møguligar skeivleikar av vegnum, so ein semja fæst, sum samráðingarbólkurin hjá Samtakinum kann góðtaka, sigur Jógvan Mørkøre, sum er í samráðingarbólkinum.
Tað boðaði samtakið Løgmanni frá hósdagin.
Framtíðin hjá LÍV
Tað er framtíðin hjá tryggingarfelagnum LÍV, sums tendur upp á spæl.
Trygginggartakararnir hava alla tíðina hildið fast um, at teir eiga LÍV, so tá ið
Landsstýrið nú ætlar at einskilja LÌV, vilja teir hava minst 50 % av partabrøvunum
í LÌV. Men samstundis vilja teir hava ein partaeigarasáttmála, sum tryggjar teimum,
at ongin týðandi avgerð kann takast í nevndini fyri LÍV, uttan í semju.
Tey 14 fakfeløgini, sum hava limir við eftirlønarskipanum í LÌV, hava stovnað eitt Samtak, sum skal røkja áhugamálini hjá trygingartakarunum í hesum máli.
? Eftir samráðingar í skjótt fimm ár, var tað loksins komið hartil, at vit hómaðu eina semju við Landsstýrismannin í vinnumálum. Kortini var okkurt, ið hann ikki kundi taka støðu til einsamallur, men sum kravdi góðkenning frá øllum landsstýrinum, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann sigur, at tað í teirra verð er ongin ivi um, at tryggingartakararnir eiga LÍV. Í samráðingunum við landsstýrið hevur Samtakið tí leingi hildið fast um, at tryggingartakararnir skuldu fáa aftur ikki minni 51% av partabrøvunum.
? Í samráðingunum hava vit tó noyðst at góðtikið at slaka eitt prosent. Men afturfyri hava vit kravt, at fyri at kunna fara niður á 50 %, skuldi ein partaeigarasáttmáli gerast, sum gav báðum pørtum tær trygdir, sum lógu í tí eina avgerandi prosentinum. Í stuttum sagt ertað ein avtala um, at nevndin í LÍV ikki kundi takanakra týðandi avgerð, uttan í fullari semju.
Jógvan Mørkøre sigur, at tað var júst hesin parturin, partaeigarasáttmálin, landsstýrismaðurin vildi hava samlaða landsstýrið at taka støðu til
Avrátt varð tí, at hann skuldi leggja hetta fyri landsstýrisfundin týsdagin, so Samtakið fekk svar frá landsstýrinum upp á henda partin av uppskotinum til eina semju. Síðani skuldu partarnir hittast aftur at gera eina endaliga avtalu millum Samtakið og Vinnumálaráðið.
Farin at ivast
Men eftir at landsstýrið hevur tikið eina avgerð í málinum, er samtakið hjá
fakfeløgunum farið at ivast í, hvat Bjarni Djurholm í grundini hevur lagt fyri landsstýrið.
? Vit ívast í um tað, sum landsstýrismaðurin hevur lagt fyri landsstýrið í
veruleikanum er tað, sum vit samdust við hann um, sigur Jógvan Mørkøre.
- Er tað okkurt annað enn uppskotið til semju, sum landsstýrismaðurin hevur lagt fyri
landsstýrið, er tað greitt, at landsstýrið hevur tikið sína avgerð á skeivum
grundarlagi og tað er hendan møguliga skeivleikan, vit ætla at fáa høvi at rætta á einum
fundi við løgmann og alt landsstýrið.
Jógvan Mørkøre sigur, at eftir tí, sum er komið fram um samtyktina í landsstýrinum, hava tey ta fatan, at landsstýrisfundurin hevur ikki snúð seg um partaeigarasáttmálan.
- Eftir landsstýrisfundin týsdagin royndu vit allan mikudagin at fáa at vita frá Løgmansskrivstovuni og vinnumálaráðnum, hvat ítøkiliga liggur í samtyktini hjá landsstýrinum.
Men tað var alt til fánýtis.
-Sostatt hevur tað higartil ikki borið til at fáa staðfest, um landsstýrismaðurin hevur lagt semjuna við samráðingarbólkin fyri landsstýrið.
? Tað er í grundini løgið, at vit skulu haldast óvitandi um hetta mitt í eini samráðing.
Jógvan Mørkøre sipar eisini til eina viðmerking frá Bjarna Djurholm í Sosialinum mikudagin um avgerðina í landsstýrinum og har hann sigur, at semjan við samráðingarbólkin snúði seg um at at fáa eina endaliga niðurstøðu týsdagin og at hann skuldi mæla landsstýrinum til at samtykkja,
at tryggingartakararnir fingu 50% og at hini 50% verða seld hægstbjóðandi og at tryggingartakararnir skuldu fáa ávirkan og innlit.
- Er landsstýrismaðurin rætt endurgivin, er hetta bara hálvur sannleikin, tí hann tekur ikki uppskotið til
partaeigarasáttmála við, sigur Jógvan Mørkøre.
- Tí halda vit okkum hava orsøk at halda, at Bjarni Djurholm hevur ikki kunnað restina av landsstýrinum rætt um samráðingarnar, og at avgerðin hjá landsstýrisins tískil eisini er tikin á skeivum grundarlagi.
Hann sigur eisini, at umboðini hjá Samtakinum meta, at hetta stríðir ímóti løgtingssamtyktini, sum sigur, at avgerðin hjá landsstýrinum skal byggja á eitt samráðingarúrslit millum umboðini fyri løntakarar, sum hava eftirlønaruppsparingar í Lív, og landsstýrið.
- Men tað, sum landsstýrismaðurin eftir øllum at døma hevur lagt fyri landsstýrið, er ikki eitt samráðingarúrslit, men nakað, sum samráðingarbólkurin hjá Samtakinum staðiliga hevur vrakað. Tí mugu vit nú fáa fund við Løgmann og alt landsstýrið, so tað ber til fyri at fáa ein enda á teimum drúgvu samráðingunum og loyst hetta mál. Ja, og harvið sleppa undan tí drepandi sakarmáli, sum hóttir, sigur Jógvan Mørkøre.
Fundur mánadagin
Beint áðrenn blaðið fór til prentingr, frættu vit, at Samtakið, sum umboðar tryggingatakararnar, er boðað á fund við alt landsstýrið mánadagin










