Løgtingið eigur at samtykkja eia lóg, sum gevur kommununu heimild til at taka pengar fyri at lata bilar parkera. Soleiðis ljóðar áheitanin frá Kára Johansen, býráðslimi í Havn, á Løgtingið.
Løgtingið hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri eitt øki mitt í Havnini, tí ætlanin er at byggja eitt parkeringshús til 150 bilar á stykkinum. Her verður talan um gjaldsparkering, men tað letur seg bara gera tí at tað er ovurstórt trot á parkeringsplássum.
Les meiri um tað her: Hetta er ein gáva til Havnina
Men fleiri býráðslimir halda, at ein fortreyt fyri at loysa parkeringstrupulleikarnar ordiliga, er, at kommunan fær loyvi at seta eina skipan við galdsparkering í gildi. Tey føra fram, at skal parkeringstrupulleikin loysast ordiliga, verður neyðugt at byggja stórt.
Tey vísa til ætlanina, sum hevur verið frammi um at gera ein stóran parkeringstunnil undir miðbýnum, og røddirnar, sum hava verið frammi um at gera parkeringshús. Tað hevur ligið í kortunum, at fólk skulu rinda fyri at parkera í einum tunli, ella einum parkeringshúsi. Býráðið hevur nogv jørn í eldinum, og tað er ikki stemningur fyri at strika onkrar av teimum stóru ætlanunum fyri at gera eitt parkeringshús, ella parkeringstunnil, ístaðin.
Býráðslimir siga, at ein fortreyt fyri at loysa parkeringstruppuleikan ordiliga, er at tey sleppa at seta eina skipan um gjaldsparkering í gildi, tí eingin fer at rinda fyri at parkera í einum tunli, ella einum parkeringshúsi, tá ið tað er ókeypis at parkera uttanfyri. Av tí sama ber ikki til at fáa privatar íleggjarar at seta pening í eina slíka ætlan.
Tí heita býráðslimir, enn einaferð, á Løgtingið um at seta eina slíka skipan í gildi. Hetta er eitt mál, sum hevur verið frammi av og á í býráðnum í minst tíggju ár, men higartil hevur Løgtingið ikki gingið hesum á møti.











