Vilja sleppa at skipa fleiri bólkar fyri avvarðandi

Tey, sum varða av fólki við sálarligum sjúkum, hava stóran tørv á at hittast

Í heyst verður ein bólkur skipaður fyri fólk í aldrinum 18 - 35 ára gomul, og sum eru avvarðandi hjá fólkivið sálarsjúkum.

Tað er Sinnisbati, sum er áhugafelagið hjá fólki við sálarsjúkum, og teirra avvarðandi, sum skipar fyri og endamálið er, at eini 6 - 10 avvarðandi skulu hitta onnur í somu støðu - uttan fyri sjúkrahúsið.

Tey kunnu geva hvørjum øðrum góð ráð og stimbra hvørjum øðrum at halda fram at stuðla sínum avvarðandi, ið eru sálarsjúk, sigur Sinnisbati.  

Tey siga, at fakfólk eru til taks at stuðla bólkunum og annars verða teir skipaður við undirvísing, felagspráti og sosialum tiltøkum.

Í Sinnisbata siga tey, at tørvurin á slíkum bólkum, er stórur, tí tey avvarðandi hava brúk fyri meiri stuðuli. Og tey dylja heldur ikki fyri, at tey kundu hugsa sær eina hægri játtan á fíggjarlógini, soleiðis at tey kundu skipa fleiri bólkar fyri avvarðandi í øllum aldri.