Vilja sleppa at seta vakmyndatól upp

Bygningar hjá kommununi fáa ikki frið fyri ungdómum

Í Sunda kommunu er tað ein trupulleiki, at bygningar hjá kommununi fáa ikki frið fyri ungdómi. Og nú hevur herverk verið so ofta, at nú vil kommunan sleppa at seta vakmyndatól upp summastaðni.

 

Á býráðsfundi í Sunda Kommunu í gjár, samtykti býráðið at umsitingin hjá býráðnum skuldi fáa heimild til at seta vakmyndatól upp við summar bygningar, alt eftir tørvi og tað skal gerast eftir vegleiðing frá Dátueeftirlitinum.

 

Á býráðsfundinum varð upplýst, at í hesum ítøkiliga døminum er tað leiðslan á dagstovninum við Kráir í Hvalvík, sum hevur heitt á kommununa at seta vakmyndatól upp, tí har er so ofta herverk. Men tað varð upplýst, at tað eru eisini fleiri dømi um herverk rundan um vøllin við Margáir og í hesi vikuni hevur almenna wc í Hósvík verið fyri herverkið.

 

Tí kann tað verða hent at hava vakmyndatól summastaðni – men ætlanin er ikki hava vakmyndatólini frá um dagin, tá ið fólk eru til arbeiðis, men bara um kvøldið og um náttina. Býráðslimir vístu eisini á, at aðrastaðni eru royndirnar, at vakmyndatól bøta um trygdina.